6. sunnudagur eftir páskadag

15.05. 2023 | Prædika

 

Ápostlasøgan 8,5-8.14-17; 1.Pæt 3, 15-18; Jóhannes 4.15-21.

Tey menniskjuni sum gjørdu av, hvat lesast skuldi til messuna, løgdu áhugaverd ting burturúr, so viðhvørt hoyra vit ikki teir fullkomnu tekstirnar úr Bíbliuni. Tað er hent við dagsins fyrsta lestri. Følkið í Sámáriu hoyrdi um undrini ápostulin Filippus gjørdi, ella tey sóu tey sjálv, so tey tóku væl ímóti boðskapinum, sum Filippus boðaði. Við øðrum orðum gjørdust tey kristin. Ápostlarnir í Jerúsalem hoyrdu um hetta og sendu Pætur og Jóhannes, sum løgdu hendurnar á samáriabúgvarnar, og tey tóku ímóti Heilaga Andanum.

Men tað, sum vit ikki hoyrdu, var tað, sum hendi áðrenn Filippus kom inn í býin: “ein maður, Símun at navni, var frammanundan har í bygdini; hann hevði gand fyri og gjørdi fólkið í Sámáriu bilsið…. Men tey góvu sær far um hann av teirri orsók, at hann í langa tíð hevði gjórt tey bilsin við sínum gandakynstri. Men tá ið tey nú trúðu Filippus, sum boðaði teimum gleðiboðskapin um Guðs ríki og Jesu Kristi navn, lótu tey seg doypa…. Men Símun trúði eisini sjálvur við, og tá ið hann var doyptur, helt hann seg støðugt aftur at Filippusi; og tá ið hann sá tey tekin og tær stóru kraftargerðir, sum gjørd vórðu, undraðist hann.” Tá hann sá, at ápostlarnir vóru førir fyri at gera undur, bar hann teimum pening og segði, “Gevið eisini mær handa mátt, so at hvør tann, sum eg leggi hendurnar á, kann fáa Heilagan Anda!” Hann var vorðin doyptur, men í hjartanum var han enn ein trøllmaður, ein gyklari. Pætur gjørdist illur og segði, “Villa veri silvuri tínum úr og tær sjálvum tillíka, av tí tú hugsaði at kunna vinna Guðs gávu fyri pening! Tú hevur hvørki part ella lut í hesum orði; tí at hjarta títt er ikki rætt fyri Guði. Vend tí huga tínum frá hesum illskapi tínum, og bið Harran um, at hjartans ætlan tín kortini má verða tær fyrigivin, tí at eg síggi, at tú ert staddur í beiskleikagalli og órættvísi-fjøtri”. Símun gjørdist bangin; hann bað ápostlarnar um at biðja fyri honum, so at hann ikki skuldi verða straffaður av Gudi fyri óndskap sín.

Í mínum lívi sum prestur havi eg møtt nógvum menniskjum, sum era limir í Kirkjuni, men í nøkrum førum hevur teirra hjarta ikki broytt seg. Onkursvegna hava tey eina váttan, at nú eru tey trúgvandi, hóast tað hava tey ikki verið før fyri at góðtaka alt, sum Kirkjan lærir. Tað tekur okkum langa tíð at blíva umvend til sanna trúgv. Okkara hjørtu broyta seg ikki, bara tí vit siga, at vit trúgva. Broytingin skal henda djupt innan í okkum.

Gud er góður, og í dag bjóðar hann okkum eina greiða vegleiðing við gleðiboðskapinum. “Elska tit meg, tá haldið boð míni…. Tann, sum hevur boð mini og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum”.

Um vit vilja broytast í okkara hjørtum, eru vit noydd til at gera tað, sum Jesus ynskir, at vit skulu gera – hvønn dag í okkara lívi. Um vit vita, hvat gleðiboðskapurin sigur okkum, vita vit, hvat hann lærdi, og vit vita, hvat hann vildi hava okkum at gera. Og sum limir í hansara Kirkju vita vit, at vit eisini skulu gera okkum ómak fyri at fylgja tí, ið Kirkjan lærir. Vit hava eina rúgvu av arbeiði at gera fyri at tryggja okkum, at vit halda boð Guds og fylgja Kirkjunnar læru. Tað burdi hildið okkum virkin, so virkin at vit ikki hava tíð til at døma onnur menniskju. Lat okkum syrgja fyri, at okkara lív er í lagi, áðrenn vit hyggja at lívinum hjá øðrum menniskjum. Í staðin fyri at finnast at, lat okkum biðja fyri teimum.

P. Peter

 

 

Share This