Bønir

 

Trúarjáttanin: Eg trúgvi á Gud

Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.
Og á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra,
sum er gitin av Heilagum Anda,
borin í heim av Mariu moy,
pínslaður undir Pontiusi Pilatusi,
krossfestur, deyður og jarðaður,
niður farin til heljar,
triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals,
sitandi við høgru hond Guds Faðirs hins alvalda,
haðani hann kemur at døma livandi og deyð.

Eg trúgvi á Heilagan Anda,
hina heilagu katólsku kirkju,
samfelag teirra heilagu,
fyrigeving syndanna,
uppreisn likamsins
og lív um aldur og ævir.
Amen.

* * * * *

Faðir vár

Faðir vár, tú sum ert í himnum,
heilagt verði navn títt,
komi ríki títt,
verði vilji tín, sum í himni so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð;
og fyrigev okkum syndir okkara,
so sum vit eisini fyrigeva teimum,
ið móti okkum synda;
og leið okkum ikki í freistingar;
men frels okkum frá tí illa.
Amen.

(Matteus 6, 9-13)

* * * * *

Heil verið tú, Maria

Heil veri tú, Maria,
full av náði,
Harrin er við tær.
Vælsignað ert tú millum kvinnur,
og vælsignað er frukt móðurlívs tíns, Jesus.

Heilaga Maria,
móðir Guds,
bið fyri okkum syndarum,
nú og á okkara deyðastund.
Amen.

(Lukas 1: 26-56)

* * * * *

Heiður verið

Heiður veri Faðirinum, Soninum og Heilaga Andanum,
sum tað var í upphavi,
soleiðis nú og altíð og um allar ævir.
Amen.

* * * * *

Bønir til Heilaga Andan

Kom Heilagi Andi!
Og fyll hjørtu teirra trúgvandi
og tendra tín kærleikseld.
Send Anda tín, og alt vil verða nýskapað!
Og tú vilt umskapa ásjón jarðarinnar.
Amen.

Guddómligi Andi,
endurnýggja í okkara tíð tíni undur
sum á eini nýggjari hvítusunnu,
og gævi at tín Kirkja
í áhaldandiog inniligari bøn
saman við Mariu, Jesu móðir,
og leidd av Pæturi heilaga
mega fáa harradømi hjá tí
guddómliga Frelsara at vaksa,
sannleikans og rættvísis,
kærleikans og friðarins harradømi.
Amen.

(Jóannes Pávi XXIII´sa bøn um eina nýggju hvítusunnu)

* * * * *

Bøn eftir Frans av Assissi

Harri, ger meg til tína fríðarrás,
lat meg sáa kærleika, har hatrið grør,
fyrigeving, har gjørdur verður órættur,
semju, har ið klandur valdar,
sannleika, har ið lygnin er í hásæti,
trúgv, har ið ivin gnagar,
vón, har ið mistreysti finst,
ljós, har ið myrkursins andar halda til.

Lat meg bera gleði til bústað sorganna.
Lær meg ikki at leita eftir troyst frá øðrum,
men sjálvur at veita troyst,
heldur at vilja skilja onnur enn sjálvur at vera skiltur.
Lat meg elska uttan sjálvur at krevja kærleika,
lær meg at geva uttan at fáa afturfyri. Amen.

www.franciscanfriarstor.com

* * * * *

 

Vár Frúa í Føroyum

 

Our Lady of the Faroes

O Maria, hjartaliga heilsa vit tær,
Vár Frúa av Føroyum.
Jesu Móðir, tú ert eisini okkara himmalska móðir.
Við trúnaði ákalla vit tína móðirligu signing
yvir okkum sjálv og yvir okkara elskaða land
lagt í vøggu her í Norðuratlantshavsins fangi.

Gjøgnum teg bera vit fram okkara lov og tøkk til Jesus,
fyri trúnna og treysti hjá okkara fólki.
Inniliga biðja vit um Hansara signing yvir allar okkara familjur og yvir vinir, sum vitja okkara oyggjar.

Okkara stórfingnu fjøll endurspegla fyri okkum
tín vakurleika og tína sterku trúgv.
Skiftandi streymrák, sum sveipa okkara strendur
siga okkum frá tí óendaligu kápu av tínum kærleika
til okkara.

Vindurin sum strýkur yvir dalar og fjøll
ger okkum varug við andadrátt Heilaga Andans
sum skuggaði yvir teg í Nasaret
tá Orðið varð menniskja og tók búgv okkara millum.

Gev gætur eftir trúskapinum hjá okkara forfedrum
sum aldu upp eina sterka og varandi trúgv
gjøgnum stillu og andaktarfullu støðini í okkara landi.
Veit okkum í okkara egnu tíð eina andakt,
sum vil endurspegla okkara traditiónir,
og sum við tíni móðirligu leiðbeining
altíð vil geva allan heiður, lov og dýrd til Guð,
Faðirin, Sonin og Heilaga Andan. Amen.

An Oblate of Mary Immaculate

(Árni Brekku hevur umsett)

* * * * *

Bøn fyri prestunum

(Thérèse av Liseux)

O Jesus,
okkara høvuðsprestur til ævigar tíðir,
varðveit tínar prestar í tínum heilaga Hjartans verndar skýli,
har einki óreint kann raka teir.

Lat einki dálka teirra heilagu hendur,
sum dagliga handfara títt heilaga Likam.

Lat einki dálka teirra varrar,
sum dagliga litast av tínum dýrabara Blóði.

Lat einki óreint ella verðsligt dálka teirra hjørtu,
sum eru innsiglað við prestaembætisins upphevjaða merki.

Lat tín heilaga kærleika vera hjá teimum og verja teir ímóti verðsligum smittum.

Lat teirra stremban bera ríkiliga frukt
og mega tær sálir, ið teir tæna, verða teirra gleði og uggilsi,
teirra ljómandi og æviga krúna, nú og um allar ævir.
Amen.