Rómversk Katólska Kirkjan
Eyðkenni
Kátolska kirkjan er ein heimsumfatandi felagsskapur av kristnum, ið telur u.l. 1.000.000.000 limir.
Kirkjan er býtt sundur í bispadømi undir leiðslu av einum bispi. Bisparnir hava lærumyndugleika. Bispurin í Róm (pávin), ið verður roknaður sum eftirfylgjari Pæturs, ápostul, er sjónliga tekinið um einleika Kirkjunnar. Ein útsøgn frá pávanum, tá ið hann úttalar seg “ex cathedra” (lat. úr læristólinum) um trúgv og siðalæru, er lýtaleys.
Uppgávan hjá Kirkjuni er at boða gleðiboðskapin. Skrivliga keldan er Bíblian. Harumframt hevur Kirkjan munnligar keldur, ið røkka aftur til frumkirkjuna. Trúarjáttanin, ið kirkjan nýtir, stavar frá konsiliinum í Nikæa (325) og Konstantinopel (381).
7 sakramentir
Katólska Kirkjan hevur 7 sakramenti: dópur, altargangur, ferming, bótarinnar sakramenti, salving teirra sjúku, hjúnalag og prestavígsla.
Altargangsgudstænastan eitur messan. Gudstænastumálið er vanliga móðurmálið, men latín, sum fyrr varð brúkt, kann eisini nýtast.
Til tess at loysa átrokandi andaligar og sosialar uppgávur innan kirkjuna, ella í samfelagnum sum heild, loyvir kirkjan teimum trúgvandi at liva í felagsskapi við serligum reglum (t.d. lyfti um at liva ógift, í lýdni og í persónligum fátækradømi). Fransiskanasystrarnar eru eitt dømi um hetta.
Felagsskapurin í Kirkjuni røkkur út um deyðan. Tá Kirkjan – eftir áheitan – hevur kannað lívið hjá einum menniskja, sum á serligan hátt hevur boðað Jesus Krist, kann Kirkjan lýsa hetta menniskjað halgimenni at vera. Tá kann ein biðja hann/hana um forbøn. Fremst av halgimennum er Maria moy.
Christian Gabrielsen, diakonur
Katólska Kirkjan
í Danmark
Hesum trúgva katolikkar
Bispasætið í Róm
Pávasætið
Sankt Andreas
Bibliotek
Yvir 50.000 bøkur
um tína trúgv
Word on Fire
Calholic resources