Ápostlasøgan 6,1-7; 1 Pætur 2,4-9; Jóhannes 14,1-12.
Tann fyrsti lesturin í dag kemur úr Ápostlasøguni; hann greiðir okkum frá, hví vit hava diakonar. Tá Kirkjan byrjaði at vaksa skjótt, dugdu ápostlarnir at síggja, at teir vóru ikki førir fyri at náa alt tað, teir skuldu. Tað byrjaði í roynd og veru á tann hátt, at teir útlendsku limirnir í Kirkjuni klagaðu yvir, at eingin tók sær av teirra einkjum, so samfelagið valdi sjey menn, “sum hava gott orð á sær og eru fullir av heilagu anda og vísdómi”; síðani bóðu ápostlarnir “og løgdu hendurnar á teir”. Sami framgangsháttur verður nýttur í dag, tá ein biskupur vígir ein diakon: hann biðjur og leggur hendurnar á hann.
Tá eg bleiv vígdur sum diakonur saman við seks øðrum ungum monnum, valdu vit hendan tekstin: vit vónaðu, at Gud fór at geva okkum sjey Anda Sín og gera okkum vísar. Einans tríggir av okkum eru eftir sum katólskir prestar í dag. Kevin er við at leggja frá sær aftan á drúgva tænastu í nógv ár sum prestur í England. Paul er erkabiskupur og arbeiðir í Vatikaninum sum uttanríkisráðharri fyri tann Pavastólurin. Og eg eri her. Aftan á tíggju ár varð ein, av okkum sjey, uppsagdur úr prestaembætinum, tí hann var pædofilur; tveir gjørdust Ortodoksir prestar. Nøkur ár seinni varð ein annar teirra sagdur úr starvi, tí hann var giftur, men hann hevði hildid tað loyniligt. Tað var ein vanlukka, tí nógv menniskju, hvørs børn hann hevði doypt, byrjaðu at spyrja, um børnini veruliga vóru doypt; pør, hann hevði gift, vóru nú ikki vís í, um tey veruliga vóru gift.
Vóru hesi børnini doypt? Vóru hesi pørini gift? Kirkjan hevur í øldir gjørt sær sínar royndir, avbjóðingar av slíkum slag eru ikki nýggjar. So í tí vanligu siðvenju lógini í Katólsku Kirkjuni er tað ein leira sum eitur Ecclesia supplet. Tað merkir, at har sum okkurt manglar, uppfyllir alheimskirkjan tað, í restar í. Tað er serliga gagnligt, tá ein prestar ikki ger tingini til lítar. Kirkjan lærir, at fólk ikki líða vegna tað, at ein einkultur prestur ger mistøk ella uppførir seg illa. Presturin, sum eg nevndi, var giftur og hann skuld ongantíð verið vígdur. Hann segði ósatt, tá bispurin spurdi hann, um hann nakrantíð hevði verið giftur. Men Kirkjan lærir, at hansari vánaligi atburður ikki frátekur teimum menniskjum, sum høvdu álit á honum, ágóðarnar av sakramentunum. So børnini, sum hann hevði doypt vóru virðiliga doypt og pørini, hann hevði gift, vóru virðiliga gift og høvdu gildið.
Minnist til hetta. Vit fara ikki til Messu, tí okkum dáma prestin. Vit fara ikki til Messu, tí vit góðkenna prestin. Hóast presturin ger mistøk og ting skeiv, ella hann ikki livir eitt sømiligt lív, er tað einki samanbortið við megina í Guds naði. Tað er umráðandi fyri ein prest at gera tingini rætt og at uppføra seg væl. Tey tingini eru serstakiliga týdningarmikil. Men Kirkjan trýr, at Guds naði og miskunn kemur til okkum, hóast ein prestur ikki ger tingini, sum hann eigur. Vit skulu minnast, at Gud veruliga er til arbeiðis gjøgnum baeði góðar prestar og vánaligar prestar. Eg vóni, at tit altíð verða velsignaði við prestum, sum gera teirra besta við at útføra teirra uppgávur so væl, sum teir yvirhøvur kunnu. Men sjálvt um ein av teimum ikki ger tað, kann hann ongantíð frátaka tær Guds naði og miskunn.
P. Peter