At biðja Rósukransin
Rósukransurin er eins væl egnaður at biðja í einsemi,
sum saman við øðrum.
Rósukransurin byrjar við Trúarjáttanini á Krossinum, Faðir Vár á tí næstu perluni, síðan Heil veri tú Maria á teimum trimum fylgjandi perlunum, Heiður veri Faðirinum á tí fimtu perluni, her byrja so Loynidómarnir, gingið verður upp høgrumegin á rósukransinum.
Á krossinum verður biðin:
Trúarjáttanin
Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.
Og á Jesus Krist, Guds einborna Son, váran Harra,
sum er gitin av Heilagum Anda,
borin í heim av Mariu moy,
pínslaður undir Pontiusi Pilatusi,
krossfestur, deyður og jarðaður,
niður farin til heljar,
triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til himmals,
sitandi við høgru hond Guds Faðirs hins alvalda,
haðani hann kemur at døma livandi og deyð.
Eg trúgvi á Heilagan Anda,
hina heilagu katólsku kirkju,
samfelag teirra heilagu,
fyrigeving syndanna,
uppreisn likamsins
og lív um aldur og ævir.
Amen.
Á fyrstu perluni
Faðir vár,
tú sum ert í himnum,
heilagt verði navn títt,
komi ríki títt,
verði vilji tín, sum í himni so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð;
og fyrigev okkum syndir okkara,
so sum vit eisini fyrigeva teimum,
ið móti okkum synda;
og leið okkum ikki í freistingar;
men frels okkum frá tí illa.
Amen.
Á teimum fylgjandi perlunum
Heil veri tú, Maria,
full av náði,
Harrin er við tær.
Vælsignað ert tú millum kvinnur,
og vælsignað er frukt móðurlívs tíns, Jesus.
Heilaga Maria,
móðir Guds,
bið fyri okkum syndarum,
nú og á deyðastund okkara.
Amen.
Millum 4. og 5. perlu
Heiður veri Faðirinum,
Soninum og Heilaga Andanum,
sum tað var í upphavi,
soleiðis nú og altíð og um allar ævir.
Amen.

Træskurðurin av Mariu moy úr Kirkjubø er ein eftirgerð av uppruna træskurðinum, ið finst millum Kirkjubø Stólarnar á Føroya Fornminnissavni. Ole Jacob Nielsen hevur skorið hann úr føroyskum viði.
Hvør liður byrjar við “Faðir vár”. Síðan fylgja tíggju ferðir
“Heil veri tú, Maria”, har hugsað verður um tann loynidómin, sum hoyrir til liðin. Liðurin endar við “Heiður veri Faðirinum…..”
Teir gleðiríku loynidómarnir
1) Bóðan Mariu
“Sí, eg eri tænastukvinna Harrans”
(Lukas 1. 26-38; Jesaja 7,14)
2) Vitjan Mariu hjá Elisabeth
“Vælsignað ert tú av kvinnum”
(Lukas 1, 39-56)
3) Jesu føðing
“Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur”
(Lukas 2, 1-20)
4) Jesus verður borin fram í halgidóminum
“Tey fóru við honum niðan til Jerúsalem fyri at føra hann fram fyri Harran”
(Lukas 2, 22-35; Jóhannes 1, 9-12)
5) Jesus verður funnin í halgidóminum
“Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í faðirs míns húsi?”
(Lukas 2, 41-52)
Teir ljósafullu loynidómarnir
1) Dópur Jesu í ánni Jórdan
“Tú ert sonur mín, hin elskaði; til tín havi eg góðan tokka”
(Lukas 3, 15-22)
2) Fyrsta undur Jesu við brúdleypinum í Kána
“Tey havi einki vín”
(Jóhannes 2, 1-11)
3) Boðan Jesu um Guðs ríki og kall hansara til umvending
“Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum”
(Markus 1: 14-15; Matteus 4: 23)
4) Bjartleiki Jesu á fjallinum
“Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt … hvítari enn nakar maður … kann fáa tey”
(Markus 9, 2-9)
5) Innseting av tí heilagu kvøldmáltíðini
“Gerið hetta til mínar áminningar!”
(Fyrra Korintbrævið 11, 23-27; Jóhannes 13, 2-20)
Teir sorgarfullu loynidómarnir
1) Jesu angist í Getsemane
“Men verði tó ikki mín vilji, men tín!”
(Lukas 22, 39-53)
2) Jesus verður húðflongdur
“Men Pilatus læt Jesus húðfleingja og gav hann upp til teirra at verða krossfestan”
(Matteus 27, 11-26)
3) Jesus verður tornakrýndur
“Teir flættaðu eina krúnu av tornum og settu honum á høvdið”
(Matteus 27, 27-31)
4) Jesus ber kross sín
“Hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, summ kallaðist Ennistaðurin”
(Jóhannes 19, 17-22; Lukas 23, 26-32)
5) Jesus doyr á krossinum
“Tað er fullgjørt!”
(Jóhannes 19, 23-37; Lukas 23, 33-46)

Litaða vindeyga við inngongdina til Mariukirkjuna, eftir danska listamannin Sven Havsteen Mikkelsen.
Og stórt tekin kom til sjóndar á himni;
kvinna klædd í sólini,
og mánin var undir fótum hennara,
og á høvdi hennara var krúna av tólv stjørnum.
(Opinberingin 12, 1)
Teir dýrdarríku loyndardómarnir
1) Uppreisnin
“Hann er ikki her, men hann er risin upp”
(Lukas 24, 1-8; Jóhannes 20, 11-18)
2) Himmalsferðin
“Hann varð upp tikin, so teir sóu tað,
og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra”
(Ápostlasøgan 1, 3-11; Matteus 28, 18-20)
3) Koma Heilaga Andans
“Teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda”
(Ápostlasøgan 2, 1-13; Jóhannes 14, 16-21)
4) Maria Moy verður tikin upp í himmalin
“soleiðis skulu øll verða gjørd livandi í Kristi”
(Fyrra Korintbrævið 15, 20-23; Efesusbrævið 2, 4-10; Lukas 1, 46-55)
5) Maria Moy verður krýnd himmaldrotning
“og stórt tekin kom til sjóndar á himni”
(Opinberingin 12, 1-10; Jóhannes 19, 25-27)
❈ ❈ ❈
Eru fleiri saman, er vanligt, at ein biður fyri, til dømis biður ein fyrru helvt av Faðir Vár og hini ta seinnu helvtina,
og skiftast so um at biðja fyri.
Tá ið Rósukransur verður biðin, hugleiða vit yvir fimm loynidómar,
sum kunnu býtast yvir fleiri dagar, til dømis:
mánadag og leygardag teir
Gleðiligu loyndómarnir
hósdag teir
Ljósafullu loynidómarnir
týsdag og fríggjadag teir
Sorgarfullu loynidómarnir
mikudag og sunnudag teir
Dýrdarríku loynidómarnir
– eisini kunnu allir biðjast sama dag, um man vil tað.
Fatima bønin
O mín Jesus, fyrigev okkum syndir okkara,
halt okkum frá helvitis eldi,
leið allar sálir inn í Himmalin,
serliga tær, sum treingja mest til Tína miskunn. Amen.