Kunning um føstu og páskirnar
Fyriskipan
Føstan eitur at vera tíðin, har ein rættiliga leggur seg eftir at menna trúarlívið og við góðum huga ger kærleiksgerningar. Um tað ber til, eigur ein at halda seg frá veitslum og tílíkum, tí føstan er jú ein álvarstíð. Tað er ílagi at kenna føstutíðina álvarsama, tí vit vilja savna okkum um Jesu líðing. Tess gleðiligari verður páskahátíðin og trúarlívið djúpri. Tað er umráðandi, at vit halda føstuna og ikki missa andaliga stevið. Mong hava tørv á at finna andaliga týdningin av føstuni aftur. Foreldur hava eina serliga ábyrgd, at børnini og tey ungu eisini kunnu fara inn í hesa tíðina á teirra egna hátt við teirra egnu fatan.
Frans pávi leggur í boðskapi sínum dent á miskunnargerningarnar og sigur : ‘Føstutíðin hetta fagnaðarárið, sum er ár miskunnseminnar, er eitt frálíkt høvi fyri øll at vinna á lívsins fremmandagerðing við at lurta eftir Guds orði og fremja miskunnargerningar. Í likamligum miskunnargerningum nema vit Kristi likam gjøgnum brøður og systrar okkara, sum tørva mat, klæðir, hús ella at onkur kemur á gátt hjá teimum. Í teimum andaligu miskunnargerningunum – vegleiðing, undirvísing, fyrigeving, áminning og bøn – verða vit beinleiðis mint á okkara egna syndafulla lív. Teir likamligu og andaligu miskunnargerningarnir mugu ongantíð skiljast sundur.‘
Øll trúgvandi hava sambært Guds lóg skyldu til, hvør á sín hátt, at fremja bótargerð. Til tess at øll kunnu vera felags um ein ávísan bótarhátt, hevur kirkjan ásett bótardagar og føstutíð, har tey trúgvandi serliga íðka bøn, gudrøkni og kærleiksgerningar, seta seg sjálv til viks við trúliga at gera sínar skyldur, umframt at halda føstu og fráhald.
Serlig kunning um føstuna
Øskudagur 10. februar og langi fríggjadagur 25. mars, sum í ár byrja og enda føstuna, eru bæði fráhalds- og føstudagar til minnis um føstu, líðing og deyð Harrans. Hesir dagar eru ásettir at vera føstu- og fráhaldsdagar, og tað merkir, at hesar dagar skal ein fasta og ikki eta kjøt.
At fasta merkir, at ein í mesta lagi skal eta eina heila, men berliga máltíð um dagin, og hinar máltíðirnar skulu vera smáar, um ein ikki velur heilt at strika tær.
Hvør skal fasta?
Øll, sum eru yvir 14 ár, hava skyldu at akta ásetingina um, at fríggjadagar eru bótardagar, og øskudagur og langi fríggjadagur eru fráhaldsdagar, tað merkir dagar við ongum kjøti; frá 18 – 59 ára aldur skal ein eisini fasta. Foreldur eiga at tosa við børnini og tey ungu um týdningin av at halda ásetingarnar hjá kirkjuni á hesum øki og til at skipa serligar bótar- og føstudagar í familjuni.
Bótarsakramentið
Í føstutíðini eiga vit at halda bótarsakramentið. Veit ein seg at hava gjørt eina álvarsama synd, hevur ein skyldu til at skrifta hana áðrenn altargongd. Harumframt hevur ein skyldu til at skrifta, áðrenn eitt ár, um ein hevur framt eina álvarsama synd. Ein hevur ikki skyldu til at skrifta eina ferð um árið til tess at skrifta smáar syndir; men kirkjan viðmælir, at vit regluliga nýta bótarsakramentið fyri andaligan lekidóm og fyri at vaksa í náðini.
Altargongdin
Øll, sum hava verið fyrstu ferð til altars, skulu fara til altars eina ferð um árið. Um ein ikki hevur verið til altars í árinum, eigur ein at fara til altars um páskahalguna, tá vit hátíðarhalda deyða, uppreisn og samfelag Kristusar við okkum. Tó ber eisini til at fara onkra aðru tíð, um tað gerst neyðugt. Páskahátíðin varar frá páskanátt til og við hvítusunnudag.
Czeslaw Kozon, biskupur