Katólska Kirkjan 75 ár í Føroyum

Kirkjubøur: andaligur og mentanaligur miðdepul Føroya síðani landnámstíð til siðaskiftið. Har vóru fleiri kirkjur, bispasetur og prestaskúli.

 

Endurstovnanin av Katólsku Kirkjuni í Føroyum

Í 1857 silgdu týski presturin Georg Bauer og italski hjálparpresturin Luigi Mussa til Føroyar við ”Fortunu” – átta ár eftir at trúðarfrælsi kom í gildi í Danmark. Í fyrstani vóru prestarnir møttir við illgrunasemi og mótvilja, og tað var teimum ikki eingang møguligt at finna innivist. Men í 1859 vóru eini hús í Rættará keypt frá Christian Holm, og P. Bauer fór undir at byggja eina kirkju, ið stóð liðug í juni sama ár. 70 fólk komu til tað fyrstu kirkjutænastuna, og nakrar dagar seinni var fyrsta konfirmatiónin í kirkjuni. Fr. Bauer var verandi í havnini næstu tólv árini, og í hesum tíðarskeiðinum gjørdust fleiri føroyingar limir í Katólsku Kirkjuni.

Hetta varð tó ikki endin á Katólsku Kirkjuni í Føroyum. Einaferð enn reis hon eins og phønix úr øskuni, tá Van Rossum Kardinalur vitjaði her á veg til Íslands í 1929. Hann gjørdist í døpurhuga av at síggja, at Katólska Kirkjan ikki longur fanst í Føroyum, og hann gjørdist eisini illa við av ringu støðuni, ið føroyingar vóru í. Tá hann kom aftur til Rom, tosaði hann við tveir ungar prestar, E.G. Boekenoogen úr Hollandi og Thomas King úr Skotlandi, og við tvær Franciskanasystrar um møguleikan at endurreisa Katólsku Kirkjuna í Føroyum.

Fyrstu Franciskanasystrar koma til Føroya

Í apríl 1931 silgdu tvær Franciskanasystrar til Føroyar umborð á Dronning Alexandrina. Tá tær fóru í land í Havn, vóru tær í vanligum klæðum, ekkafullar, um hvørja móttøku tær kundu vænta sær. Onnur av systrunum var donsk, og var afturkallað úr Kina eftir at hava livað og arbeitt nógv ár millum folk í tí landinum. Hin systirin var úr Hollandi. Teir báðir prestarnir komu mánaðin eftir. Fimm systrar komu seinni hetta sama ári.

Ta fyrstu tíðina leigaðu prestarnir sær innivist í býnum. Systrarnar fingu eisini leigað sær búðstað hóast nakað av trupulleikum. Í august fluttu tær inn í eini hús hjá Klett í Bringsnagøtu. Fólk funnu skjótt útav hvørjar tær vóru, og fóru at søkja sær hjálp hjá teimum viðvíkjandi útbúgving og barnaansing. Innan árið var liðið, høvdu tær sett á stovn fyrsta barnagarð í Føroyum og høvdu ábyrgd av 22 børnum. Fleiri av teimum eru ímillum okkum enn. Bispurin í Keypmannahavnar Bispadømi (Føroyar, Danmark og Grønland) og Fransiskanasystrarnar avgjørdu at keypa jørð uttanfyri býin, har Mariugøta og Varðagøta eru, og byggja skúla og kirkju. Mótstøðan ymsastaðni frá var rættuliga hørð, men kirkjan var gjørd liðugt og vígd í November 1933 og skúlin í januar 1934. Eini trýss folk komu til vígslurnar, harímillum ellivu fransiskanasystrar.

Tað varð hildið á at byggja í fleiri ár. Hetta varð partvís fíggjað av tí sera vælumtókta Ólavsøku bazarinum og av tí stóra arbeiði systrarnar gjørdu. Skúlin bleiv víðkaður og vøggustovan og barnagarðurin komu afturat. Í eitt tíðarskeið í trýssunum vóru ikki færri enn 23 systrar her. Eitt stórt tal av havnarborgarum fóru ígjøgnum barnagarð og skúla, og systrarnar vóru kendar fyri sítt samvitskufulla arbeiði og religøsa tolsemi. Fleiri føroyingar funnu eisini veg inn í Katólsku Kirkjuna, og soleiðis fór tann lítla Katólska sóknin at vaksa.

Broytingartíðir hjá Systrunum

Í 1980’unum stóð tað øllum greitt, at systrarnar kundu ikki halda á at reka teir tríggjar stovnarnar. Tað vóru ymiskar orsøkir fyri hesum: Systrarnar vóru farnar at fækkast; fíggjarliga byrðan av at reka tríggjar stovnar; og menningin av føroyskari barnarøkt og útbugvingar skipanini, ið var farin fram hesi fimti árini. Eftir samráðingar varð komið ásamt um, at Tórshavnar kommuna skuldi yvirtaka skúlan (við kirkjuni) og vøggustovuna og ístaðin byggja eina nýggja kirkju og eitt kleystur til systrarnar. Barnagarðurin hoyrir framvegis undir fransiskanasystrarnar og tríggjar av systrunum arbeiða har. Systrarnar fluttu inn í nýggja kleystrið Kerit (1 kong. 17: 2-6) í apríl 1980. Nýggja sóknarkirkjan, Mariukirkjan, stóð liðug í 1987 og var vígd við eini eukomeniskari gudstænastu í august.

Katólska kirkjan (Mariukirkjan) og kleystrið Kerit sædd úr Varðagøtu

Eftir at fastbúgvandi presturin, Per Waagø, OMI, doyði í 1990 hava p. Paul Marx OMI, p. August Ziggelaar SJ, generalvikarur Lars Messerschmidt og p. Peter Fleetwood havt ábyrgdina av meinigheitini, og fleiri prestar, serstakliga úr Danmark, hava skiftst um at røkt meinigheitina. Meinigheitin hevur ein fastbúgvandi diakon, Christian Gabrielsen, sum kann halda gudstænastu, tá eingin prestur er.

Fransiskanarsystrarnar í dag

Í dag eru fimm Fransiskanasystrar úr fýra londum í Føroyum, tær eru úr Belgia, Írlandi, Korea og Malta. Einir 270 katolikkar eru í Føroyum*, av teimum er ein stórur triðingur føroyingar. Hinir koma úr umleið 24 londum. Nøkur av teimum ungu sóknarlimunum eru fimta ættarlið í kirkjuni. Føroyingar verða tiknir upp í kirkjuliði við jøvnum millumbili. Hin kendasti man einahelst vera William Joensen úr Sumba, bróður Pól F. Hann og Kinn Magnussen umboðaðu Føroyar, tá Johan Páll Pávi II var í Danmark í 1989. Bæði vóru í føroyskum búnum, og bæði upplivdu tey at fáa tað heilagu kommuniónina frá Johan Páll Páva.

75 ára hátíðarhald


75 ára hátíðarhald

Sunnudagin 25. juni 2006 hátíðarhelt sóknin 75 ára endurstovningardagin katólsku kirkjunnar í Føroyum og stovningardag núverandi sókn í 1931. Kozon Bispur og Fr. Lars Messerchmidt sóknarprestur komu til Føroya til henda serliga dag. Kozon Bispur prædikaði. Lutherski bispurin var heiðursgestur. Eitt av ferðafólkunum vísti seg at vera ein fyrrverandi forseti í Ecuador (1992 – 97). Eftir messu varð borrðeitt í sóknarhøllini, har fleiri røður vóru hildnar og fólk hugnaðu sær.

Undir sálmasanginum spældu sóknarlimirnir Ole Jacob Nielsen (floytu) og Maria Magnussen (violin) saman við øðrum tónleikarum. Messan varð víst í sjónvarpinum seinnapartin sunnudagin. Stórt 100 fólk – sóknarlimir, grannar, vinir og ferðafólk – vóru til messu. Lutherski bispurin var heiðursgestur. Eitt av ferðafólkunum vísti seg at vera ein fyrrverandi forseti í Ecuador (1992 – 97). Eftir messu varð borrðeitt í sóknarhøllini, har fleiri røður vóru hildnar og fólk hugnaðu sær.
* Dagført í aug. 2023

Systir Maria Forrestal. Umsett úr enskum.
Fyrst prentað í Dimmalætting 2006.