Krossvegurin

Krossvegarandaktin er ein hugleiðing á líðing Jesu. Sum hjálp hertil hava vit í kirkjuni 14 myndir, ið vísa pínslargongd Jesu líka frá dómhúsi Pilatussar til deyðan á Golgata og gravleggingina. Henda hugleiðandi bøn kann vera biðin, meðan ein gongur frá einari mynd til aðra, sum um vit fylgdu Harranum á tyngstu leið hansara.


Krossurin høgrumegin altarið í Mariukirkjuni

Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær.
Tí at tú hevur endurloyst heimin við heilaga krossi tínum.

1) JESUS VERÐUR DØMDUR TIL DEYÐA.
Pilatus “gav hann upp til teirra at verða krossfestan”
(Markus 15, 5-15)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

2) JESUS FER UNDIR KROSSIN
“hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin”
(Jóhánnes 19, 5-17)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

3) JESUS DETTUR FYRSTU FERÐ UNDIR KROSSINUM
“várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg”
(Jesaja 53, 2-5)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

4) JESUS MØTIR HEILAGU MÓÐUR SÍNI
“Kvinna, har er sonur tín!”
(Jóhannes 19, 25-27)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

5) SÍMUN AV CYRENU HJÁLPIR JESUSI AT BERA KROSSIN
“og teir noyða ein mann … at bera kross hansara”
(Markus 15, 20-22)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

6) JESUS TEKUR VIÐ SVEITTADÚKINUM FRÁ VERONIKU
“So satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum,
tá hava tit gjørt tað móti mær”
(Matteus 25, 31-46)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

7) JESUS DETTUR AÐRU FERÐ UNDIR KROSSINUM
“Hann, sum bar syndina hjá mongum og bað fyri misgerðarmonnum
(Jesaja 53, 10-12)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

8) JESUS TALAR TIL TÆR GRÁTANDI KVINNUR
“Jerúsalem-døtur, grátið ikki um meg,
men grátið um tykkum sjálvar og um børn tykkara!”
(Lukas 23, 27-31)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

9) JESUS DETTUR TRIÐJU FERÐ UNDIR KROSSINUM
“Eins og mong øtaðust yvir hann – so ólik manni
og avskeplað var ásýnd hans”
(Jesaja 52, 14-15)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

10) JESUS VERÐUR LATIN ÚR KLÆÐUNUM
“Men tá ið teir høvdu krossfest hann, býttu teir klæði hansara sundur ímillum sín og lutaðu um tey
(Matteus 27, 33-36)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

11) JESUS VERÐUR NEGLDUR Á KROSSIN
“Og tá ið teir koma á tann staðin … krosssfestu teir hann har og illgerðarmenninar, annan høgrumegin og annan vinstrumegin”
(Lukas 23, 32-34)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

12) JESUS DOYR Á KROSSINUM
“Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!´ Og í tí hann hetta segði, andaðist hann”
(Lukas 23, 44-46)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

13) JESUS VERÐUR NIÐURTIKIN AV KROSSINUM
“Hann kom tí og tók likam hansara”
(Jóhannes 19: 37-38)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …

14) JESUS VERÐUR LAGDUR Í GRØVINA
“Har løgdu teir nú Jesus”
(Jóhannes 19: 39-42)
Vit tilbiðja teg Krist og lovprísa tær …


Altartalvan í Mariukirkjuni er ein glasmálningur av Trónda Patursson

KRISTUS ER RISIN UPP!

“Seinni opinberaðist hann fyri teimum ellivu,
meðan teir sótu til borðs,
og hann átalaði teir fyri vantrúgv
og hjartans harðleika teirra,
at teir ikki høvdu trúð teimum,
sum høvdu sæð hann upprisnan.
Og hann segði við teir: “Farið út um allan heimin
og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!”
(Markus 16:14-16)