Føsta byrjar í morgin!

16.02. 2021 | Bøn, Tíðindi

Mikudagin (17/02) er øskudagur, og orðsins gudstænasta verður í Mariuirkjuni kl. 19.30.

Øskan, ið vit fáa á okkum øskudagin, er til minnis um, at vit eru komin úr mold, og at vit aftur skulu verða til mold (1.Mós. 3:19), og tí átti alt lívið hjá einum kristnum menniskja at verið eyðkent av sjálvsnoktan og gávumildi.

Sambært vanligum føstusið eiga vit støðugt

  • at biðja og lesa Guds orð,
  • at fasta øskudag og langafríggjadag,
  • halda okkum frá kjøti fríggjadagar,
  • og fremja miskunnargerðir, serliga ímóti teimum, ið lítið hava (Matteus 6: 1-18)

Tað, ið hevur týdning, er, at okkara bøn og góðar gerðir loyva Guds náði at elva til eina innara broyting.

Bótarsakramentið eigur at vera partur av føstuhaldinum.

 

Sjónbond frá Pastoral-Centret: “Det´dybt katolsk!

Hvad er fastetiden?

Hvad skal fastetiden være godt for ???

Hvorfor har vi brug for skriftemålet ?

 

 

Share This