Kirkjupolitikkur í samband við kynsligan ágang móti børnum og ungum
Upprunaliga skrivað 20-03-2010
Málini um kynsliga misnýtslu á katólskum stovnum í Týsklandi, ið síðstu vikurnar eru komnar undan kavi, stillar enn sjóneykuna á hetta syrgiliga og skemmandi fyribrigdi í okkara Kirkju. Tey mongu nýggju sakarmálini vísa, at enn eru ikki øll málini komin undan kavi. Umframt at hava elvt teimum mongu og enn ókendu offrunum stóra og kanska lívslanga pínu, ber kynsligi ágangurin boð um misbrúki av áliti, brot av Guds boðum og eini viknan av trúvirðinum hjá Kirkjuni.
Tilbúgving í okkara biskadømi
Ikki minst í teimum londum, ið eru serliga meint rakt av hesi misnýtslu, er ein frá kirkjuligari síðu, byrjaður at taka hond um ofrini og at forða fyri framtíðar ágangi. Í okkara biskadømi hava vit longu eina tilbúgving klára í fall, at mál – framtíðar ella núverandi – koma til sjóndar. Til taks er ein faldari við neyðugu upplýsingunum, um hvussu ein skal fyrihalda seg og hvønn ein í fyrsta umfari kann venda sær til. Faldararnir hava í longri tíð skulla ligið frammi í m.a. okkara kirkjum. Hóast áhugan fyri tilbúgvingini og faldaranum, eru tað higar til dags ikki nøkur dømi um meldaðan ágang.
Fyri at ongin skal kenna seg hjálparleysar í fann av ágangi í framtíðini ella við viðgerð at hendingum, sum eru hendar fyri langari tíð síðan, vera vit frá bispadømisins síðu, enn einaferð vart við tilbúgvingina og faldaran.
Tað er okkara ynski at skapa eitt so trygt umhvørvi sum møguligt, eitt umhvørvi eyðkent av bæði áliti og natúrligum sambondum. Samstundis er tað av stórum týdningi fyri okkum, at ongin, sum hevur verið fyri ágangi frá einum kirkjuligum starvsfólki, situr eftir við sorg og pínu. Tí skal ongin – hvussu torført tað enn má verða at tosa um upplivilsi og fylgjurnar av áganginum – halda seg frá, at søkja hjálp og koma fram við teimum tilburðum av ágangi, sum eru hendir.
Okkara tilbúgving kemur ikki í staðin fyri øll løgfrøðilig tiltøk ella fulla uppfylging av tørvunum hjá offrunum at koma víðari; men vit hjálpa gjarna við uppkláring av sakunum og at fáa í lag eftirfylgjandi hjálp til t.d. sálarfrøðing ella annað slag av terapi. Eitt faketiskt ráð, ið er sett saman av einum løgfrøðingi, einum sosialráðgeva og einum presti, er til reiðar at taka sær av teimum sakum, ið koma fram.
Tilbúgvingarfaldari
Tilbúgvingarfaldarin er aftur á veg út til kirkjuliðini. Í faldaranum kemur fram, at um ein veit um ella hevur mistanka um ágang, kann ein seta seg í samband við:
Pastor Niels Engelbrecht tel. + 45 33 13 37 62 / + 45 30 54 21 18,
t-post: ne@sanktansgar.dk eller sálarfrøðing Katie Powell, tel. + 45 29 63 16 31, t-post: kp@katolsk.dk.
Hesir báðir persónarnir vilja syrgja fyri, at sakin kemur í gongd og at røttu persónarnir og mynduleikarnir verða tiknir við.
Tilbúgvingarætlanin kann lesast HER
(Umsett úr donskum)