Hevur tú áhuga í katólsku trúnni?

Ikki øll eru vaksin upp í einum katólskum høpi frá barnsbeini av. Jamt og samt eru tað fleiri, sum ynskja at konvertera og verða upptikin í katólsku Kirkjuna. Hetta er ein ferð í trúgv, ið ofta byrjar við einum djúpum longsli eftir sannleika, meining og andaligum felagsskapi.

Upptøka í fulla felagsskap katólsku Kirkjunnar fer fram við liturgiskum hátíðarhaldi, har ein játtar sína katólsku trúgv (trúarjáttanina) og fær konfirmatiónssakramentið. Ert tú ikki doyptur, verður tú eisini doyptur.

Undirvísing til konvertittar

Áðrenn sjálva upptøkuna í katólsku Kirkjuni er eitt tíðarskeið, har ein
1) gjøgnum undirvísing
2) og við at ganga í kirkju,

lærir um trúnna og siðvenjuna hjá katólsku Kirkjuni. Og ikki minst – lærir lokalu samkomuna at kenna.
Undirvísingin varir vanliga fleiri mánaðar og upp til eitt ár. Nær undirvísingin byrjar verður avtalað við prestin og konvertittin.

Vert er at leggja til merkis, at við at ganga til undirvísing, so bindur tú teg ikki til at konvertera. Tað er altíð frítt at finna útav og siga, at ein kortini ikki hevur hug at halda áfram.

Orðið konvertittur, merkir ein ið skiftir trúgv.