Vitja kirkjuna

 

Danski listamaðurin Sven Havsteen Mikkelsen hevur gjørt litaða vindeyga við inngongdina.

 
 

Inni í Mariukirkjuni.

 
 

Altartalvan í Mariukirkjuni er ein glasmálningur av Trónda Patursson.

 
 

Tabernakklið við teirri Veruligu Hjáveruni (Heilaga Kommuniónin) varð sniðgivið av Ole Jacob Nielsen.
Hurðin er skorin úr føroyskum viði og løgd við gullbløðum.

 
 

Glasmálningur høgrumegin altari í Mariukirkjuni av Trónda Patursson.

 
 

Træskurðurin av Mariu Moy úr Kirkjubø er ein eftirgerð av uppruna træskurðinum,
ið finst millum Kirkjubøstólarnar á Føroya Fornminnissavni.

Ole Jacob Nielsen hevur skorið úr føroyskum viði.

Arkitektur: Árni Winther