Midnáttarmessa í Mariukirkjuni


Jólasangir

 

Nú ringja klokkur jólafest

1. Nú ringja klokkur jólafest,
tær ringja inn tann høga gest,
sum undir lágar lonir steig
við frið og fragd á nýársleið.

2. O, komið við til Dávids bý,
har einglar syngja undir ský.
Og gangið við á hagavøll,
har hirðar hoyra Guðs boð hvøll.

3. O, fara vit við stillum sinn’,
sum hirðarnir til barnið inn,
við gleðitárum takki so
for miskunn Guðs og náðiboð.

4. O, Jesus, verøld víð og long
til vøggu royndist tær ov trong,
ov vesal, tó við gulli reidd
og perlustungin, silkibreidd.

5. Men sømdir, tign og gull á fold
er fyri tær bert støv og mold,
sum fjósføtt barn og reivað har
eitt himniskt lív tú keypti mær.

6. Heil so, mín sál, og ver nú glað
og halt nú jól í Dávids stað,
ja, prísa Guði hvørja stund
við dýrdarsong av hjartans grund.

7. Ja, syngið øll frá fjall’ at strond:
Nú birtist ljós um skuggalond.
Og júst sum midnátthanin gól,
var Jákups stjørna vorðin sól.

8. Hann kom, ættfedra vón, á vál,
við himnadóp og logamál;
og týðir barn um tún og ong
nú Dávids gátusjón og song.

9. Ver smáttugestur vár og skjól,
halt sjálvur í oss tíni jól,
tá skal við Dávids hørpuslátt
várt nýársljóð tær lova hátt.

 

Kvirra nátt

1. Kvirra nátt, heilaga nátt!
Tá Guðs Sonur kom so brátt
oss at bjarga frá veraldar sút,
oss at loysa úr myrkrinum út.
:Tá varð jólaljós kveikt.:

2. Kvirra nátt, heilaga nátt!
Náðiboð ljóðar hátt,
einglar syngja við gleðirødd:
øll, ið eru í heimi fødd,
:ognast nú himnanna dýrd.:

3. Kvirra nátt, heilaga nátt!
Opið gjørdist inn um gátt
til ta ævigu ljósu høll,
har sum vit skulu samlast øll.
:Bjarging er komin til jørð.:

 

Føgur er foldin

1. Føgur er foldin, dýrdarríkur himin,
sæl er sálanna jorsalferð,
um allan heimin, um allar ævir
tað syngjandi at himni ber.

2. Øldirnar fara, øldir munnu koma,
ætt eftir ætt søkkur undir mold.
Onga tíð tagnar ljóðið av himni,
sum gleðir sálir her á fold.

3. Einglar tað kvóðu jólanátt for hirðum,
mann eftir mann hoyrdist sama lag:
Friður á foldum, menniskja, frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.

 

Ein rósa nú er funnin

1. Ein rósa nú er funnin, sum spámenn søgdu frá,
av Ísai rót upprunnin so undurbjørt at sjá,
hon blómar frísk og fríð
mitt í tí kalda vetri á myrku náttartíð.

2. Um rósu, vit við meina, spátt av Jesaja var,
moy Maria hin reina tað himmalblomstur bar,
og Harrans milda makt
tað undurverkið gjørdi, sum spámenn høvdu sagt.

3. Guds rósa alvæl angar, hon lýsir gjøgnum nátt.
Og tá tað ljós oss fangar, vit prísa Guði hátt
við halgum einglalag:
Vár Frelsari er føddur, og náttin varð til dag.

 

Trúgvandi sálir

1. Trúgvandi sálir, leitið allar hagar,
komið við gleði til Betlehems!
Einglanna kongur, hann er her til staðar.
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja, Jesus vár Guð!

2. Seyðamenn brátt frá fylgi sínum fara,
lýða so glaðir á einglaboð;
latum oss hittast í tí halga skara.
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja, Jesus vár Guð!

3. Faðirsins avmynd barnið her vit finna,
jomfrúgvin føddi tað jólanátt;
alvaldis drott nú reivar reina kvinna.
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja, Jesus vár Guð!

4. Syndara sálum frelsu fult at veiða
kom hann her niður til armóðsbú;
latum so Jesus alt várt hjarta eiga.
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja,
O, kom, lat oss tilbiðja, Jesus vár Guð!

 

GLEÐILIG JÓL!