Katólska Kirkjan í Føroyum fær ongan fíggjarligan stuðul frá landsmynduleikunum, og almenni føroyski kirkjuskatturin fer einans til føroysku luthersku kirkjuna.
Kirkjuskattur - ger eina fasta flyting
Fimta kirkjuboðið sigur: ”Tey trúgvandi hava skyldu at varða av materiella tørvi Kirkjunnar”.
Tað gera tey, við regluliga at stuðla kirkjuni peningaliga. Í okkara bispadømi mæla vit til at gjalda 1% av skattskyldugari inntøku – ella eftir eftir besta førimuni.
Í Føroyum rindar tú kirkjuskattin inn á konto 9181–150.515.9 í Betri Banka við fastari flyting hvønn manað.
TAKS krevur kirkjuskatt inn til Fólkakirkjuna í Føroyum saman við vanligum skatti til land og kommunu. Henda skatt til Fólkakirkjuna hava katolikkar sjálvandi ikki skyldu at gjalda.
Um so er, at tú av misgávum verður kravd/ur eftir kirkjuskatti til Fólkakirkjuna, skalt tú venda tær til TAKS við einari váttan frá sóknarpresti ella diakoni, at tú ert limur í Katólsku Kirkjuni. Tá verður mistakið rættað.
Paul Marx, omi,
fyrrv. sóknarprestur

