Reformatiónin í Føroyum – tekin um stóra fólksliga mótstøðu

20.09. 2026 | Søguligt tilfar, Tíðindi

Fólk nokta at gjalda tíggjund til ta nýggju kirkjuna, og 15 kirkjur verða latnar aftur.

Samstundis sum greivastríðið herjaði i Danmørk, royndu norðmenn at taka valdið aftur í egnum landi, og fáa Føroyar aftur undir Bjørgvinshús. Mynd: Petr Šmerkl / Wikimedia Commons,

Ta seinastu tíðina er nógv vorðið sagt og skrivað um reformatiónina, men tað, sum fram er komið, hevur verið rættiliga einsíðugt. Í hesi grein verður í stuttum víst á ta fólksligu mótstøðu, ið var í Føroyum móti reformatiónini. Fyri at fáa eitt betri samanberingargrundarlag verður í stuttum víst á gongdina í Íslandi og í Noreg. Komið verður eisini inn á, hvørji motiv kongur hevði fyri at fáa reformatiónina framda, og á nakrar av teimum avleiðingum, ið stóðust av hesum.

Danmark í 1500-talinum

Danmark var í seinnu hálvu av miðøldini nógv ávirkað av Norðurtýsklandi. Oldenburgættin sat við kongsvaldinum, og stýrdu teir máttmiklu Hansakeypmenninir handlinum har umvegir. Hesa tíðina var eisini ein stór tilflyting av aðalsmonnum og handilsmonnum frá Norðurtýsklandi til Danmark, og nógvir danskir studentar lósu eisini á norðurtýskum universitetum. Hesi viðurskifti høvdu stóra ávirkan á danskt mál, mentan, trúgv og politikk. Í 1520-unum og 1530-unum byrjaðu fúrstar í tí týska økinum í stórum tali at stuðla tí luthersku læruni. Ein av høvuðsorsøkunum til hetta mundi vera, at Luther prædikaði lýdni yvir fyri tí verðsligu maktini, og at alt kirkjugóðs skuldi takast frá katólsku kirkjuni og latast til kongin ella fúrstan. Tí gingu teir týsku fúrstarnir, og ikki minst tann danski kongurin, fremstir fyri at fáa reformatiónina framda í teirra økjum.

Reformatiónin innførd í Noreg

  Luther prædikaði lydni fyri tí verðsliga valdinum, og at alt kirkjugóðs skuldi takast frá katólsku Kirkjuni og latast til kongin ella fúrstan — millum annað av hesi orsøk gingu hesir fremstir fyri at fáa trúbótina framda í sinum londum. Málningur: Lucas Cranach eldri - GalleriX, Wikipedia.

Eftir boðum frá danakongi Christian 3. bleiv reformatiónin innførd í Noreg í 1537, uttan at norðmenn á nakran hátt vóru tiknir við uppá ráð í hesum. Nakrir av bispunum royndu at gera mótstøðu, men teirra smáu bóndaherar munaðu lítið ímóti tí professionella danska herinum. Við reformatiónini bleiv støða Noregs í dansk/norska ríkinum somuleiðis broytt, frá at vera eitt sjálvstøðugt land, til at vera ein danskur landslutur stýrdur av donskum/týskum embætismonnum. Hetta hevði stóra neiliga ávirkan á norskt mál og mentan, og mátti m.a. tað gamla norska skriftmálið lúta fyri donskum. Somuleiðis bleiv alt kirkjugóðs tikið av danakongi, samstundis sum norðmenn blivu tvungnir frá teirra katólsku trúgv, ið teir vóru so sera góðir við, og sum higartil hevði víst teimum vegin til himmals ígjøgnum trúnna, sakramentini og góðar gerðir. Sambært teimum báðum protestantisku teologunum og søguskrivarunum Gervin (1999), og Garstein (1993), tykist tann norska kirkjan ikki at hava verið í teimum somu trupulleikunum sum eitt nú tann týska kirkjan var í, tvørtur ímóti. At byrja við var tó farið heldur varisliga fram. Kongur visti, at vandi var fyri uppreistri, og tí fingu teir katólsku prestarnir loyvi at virka í friði í fyrstu atløgu, men so hvørt sum teir fullu frá, vóru nýggir danskir lutherskir prestar settir í staðin, sum nú hildu tímalangar prædikur á donskum, eitt mál, sum flest allir norðmenn tá ikki skiltu. Teir vóru vanir við, at tað varð prædikað á norskum máli [1]. Somuleiðis byrjaðu hesir nýggju prestar við stórari arrogansu at burturbeina halgimyndir, katólskar bøkur og aðrar halgilutir og at kálka útyvir tær vøkru veggjamyndirnar í kirkjurúminum. Alt hettar fekk rættiliga øði í norðmenn, og fleiri staðni vórðu teir nýggju prestarnir tvungnir til at halda messuna uppá gamla mátan, aðrar staðir guldu norðmenn myndugleikunum stórar upphæddir fyri at sleppa frá at hava lutherskar prestar, og summar staðir gjørdu teir norsku bøndurnir av við nýggju prestarnar. Nógvar staðir góvust tey at ganga í kirkju og at gjalda tíggjund, og tí fullu fleiri kirkjur av hesi orsøk; samstundis sum kongur eisini niðurlegði, rændi, og setti til sølu hundraðtals kirkjur ymsastaðni í ríkinum, fyri at fylla ríkiskassan.

Christian III var kongurin, ið gjøgnumførdi trúbótina. Hann skyldaði nógvan pening til leiguherlið aftan á greivastríðið, og tí kom millum annað kirkjugóðsið í Føroyum sera væl við. Mynd: Wikipedia

Nú tann katólska trúgvin var bannað, fjaldu trúfastir katolikkar gamlar bíbliur, messubøkur, o.a á loyniligum støðum og tey samlaðust úti í skógum og fjøllum at halda bøn og andaktir. Í loyndum gingu tey eisini til tey gomlu pílagrímsstøðini. Skjøl vísa, at í 1500 og 1600-talinum, róðu nógvir norðmenn, bæði kvinnur og menn, tvørtur um Norðsjógvin til tað núverandi Belgia fyri at halda páskahátíðina uppá gamlan máta og móttaka sakramentini. Eisini ferðaðust fólk langar vegir í Noreg fyri at luttaka í loyniligum katólskum messum. Forboð varð sett fyri katólskari trúgv, og í 1555 blivu tveir norskir bøndur brendir á báli fyri at hava eggjað fólki til at æra Jesu móðir, sum sambært tí nýggju trúnni var avgudadyrkan (katolikkar vístu til: Luk. 1:48: “Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa”), seinni fingu fleiri onnur hesa lagnu. Lutherski presturin Peter Clausen Fris skrivar seint í 1600-talinum, at fólkið nógvastaðni í Noreg biður Guð um, at pávaveldið aftur má koma til landið. Christian 3. var kongurin, ið gjøgnumførdi reformatiónina. Hann skyldaði nógvan pening til leiguherlið eftir greivastríðið, og tí kom millum annað kirkjugóðsið í Føroyum sera, sera væl við.

Gongdin í Íslandi

Tað vóru teir donsk-týsku embætismenninir Klaus Von Merwitz og Ditrik Von Minden, ið fingu til uppgávu at innføra ta nýggju luthersku trúnna í Íslandi. At byrja við fóru teir varisliga fram, men tá íslendingar noktaðu at taka við tí nýggju týsku læruni, varð millum annað svarað aftur við at loypa á og ræna Viðey kleystur, har kannikarnir vóru skræddir úr songunum og illa viðfarnir, og allir virðislutir rændir. Í øðrum kleystrum og kirkjum í Íslandi blivu nógvar bøkur brendar av teimum luthersku prestunum, m.a. bleiv bókasavnið á Helgafellis kleystri útsett fyri 2-3 bókabrenningum. Eftir at hava rænt Viðeyjar kleystur, hildu kongsins menn fram á Bispagarðinum á Skálholti, har teir løgdu hond á tann gamla blinda Øgmund bisp. Hetta vildu íslendingar tó ikki lata um seg ganga. Teir komu bispinum til hjálpar og gjørdu av við illgerðarmenninar. Seinni bleiv tann gamli bispurin tó førdur umborð á eitt danskt herskip, har hann varð illa viðfarin, og sambært Helgason (1922) doyði hann av løstunum, ið hann fekk. Eftirmaður hansara Gissur Einarson, sum Øgmund hevði peikað á sum sín eftirmann, var í loyndum farin yvir til ta nýggju læruna, og fór beinanvegin í gongd við at burturbeina halgilutir [2] o.a., sum lutheranarar kallaðu fyri yvirtrúgv. Eftir at hava beint fyri einum trækrossi, ið segðist at hava lekjandi megi, á pílagrímsstaðnum Kaldaðnesi, har nógv fólk kom at biðja, gjørdist Gissur sjúkur og doyði stutt eftir, bert 33 ára gamal. Eftir hetta royndi Jón Arason, bispur á Hólum at taka valdið á Skálholti og gera tað katólskt aftur, men hetta miseydnaðist, og var hann saman við tveimum av synum sínum tikin til fanga. Tann lutherski bispurin, saman við kongsins umboðsmanni Kristian Skriver, valdi at taka lívið av teimum uttan rættargongd, og blivu teir tann 7. november 1550 hálshøgdir á Skálholti. Boðini um, at Jón Arason og synir hansara vóru avrættaðir, vaktu mikla sorg og øsing, og norðlendingar hevndu hetta við einum álopi á Kristian Skriver, har hann og hansara sveinir vórðu dripnir. Várið eftir vóru Jón Arason og synir hansara jarðaðir á Hólum, og deyði bispsins varð roknaður sum pínslarváttardeyði. Tann lutherski bispurin Jón Helgason (1922), sigur soleiðis um, hvussu tað íslendska fólkið tók ímóti tí nýggju luthersku læruni: “Folket som Helhed var den hellige katolske Kirke, dens lære og Skikke inderligt hengiven og blev ved med at være det, hvorfor de reformatoriske Røster, da de kom til at lyde paa islandsk Grund, ingen videre Genklang fandt i befolkningens Hjerter” (Helgason, 1922).

Boðini um, at Jón Árason og synir hansara voru tiknir av døgum, vaktu mikla sorg og øsing í Íslandi. Várið eftir vórðu teir grivnir á bispasetrinum á Hólum. Fotografur og kelda ókend. Kennir tú upprunan, frætta vit fegin.

Og um motivini hjá tí donsku kongsmaktini, fyri at inføra ta luthersku læruna í Íslandi, skrivar Helgason soleiðis: “Det havde tværtimod, lige fra Begyndelsen af, vist sig, at der mindst af alt laa gudelige Motiver for til Grund for Kongemagtens Iver for Reformationens indførelse paa Island. Og var det ikke traadt frem for Dagen før, saa gjorde det det nu, ved Klostrenes Ophævelse og Klostergodsets Sekularisering, samt ved den systematiske Udplyndring af de i Forvejen ret fattige islandske Kirker. Udbyttet tilflød Kongens kasse, hvor der til stadighed var smaat med penge, og kun den mindste Del af de saaledes erhvervede Rigdomme anvendtes til Kirkelige Formaal. Hele den udvortes Maade, hvorpå Folkets tilvante Trosforestillinger saa voldelig fravristedes det, uden at der alvorligt sørgedes for, at de fik det, der var bedre, i Stedet, måtte, da ogsaa Ligefrem gøre Reformationen ilde set af mange, og det ikke mindst af de alvorlige. Virkningen af de nye Læres Indførelse i Landet blev da i den første Tid hovedsagelig et ret almindeligt Sædernes Forfald” (Helgason, 1922). Sambært Jón Helgasyni, lutherskum bispi í Íslandi, ið skrivaði ta íslendsku kirkjusøguna, so vóru tað ikki andaligar grundir fyri at innføra reformatiónina í Íslandi, heldur peningagirnd. Gramleikin hjá kongsvaldinum sást eisini við, at silvurskrínið, har beinini av halgimenninum Tollaki bispi [3] vórðu goymd í, var rænt av tí fyrsta lutherska bispinum, eins og í Noregi, har halgiskrínið hjá Ólavi Heilaga bleiv smeltað til silvurpeningar, so hesir, ið høvdu ákært ta gomlu kirkjuna fyri at vera peningagramma, mundu vera kvæna verri sjálvir.

Reformatiónin í Føroyum

Tann seinasti katólski bispurin í Føroyum var Ámundur Ólavsson. Sambært J. Dahl tykist hann at hava verið prestur og kannikur í Noreg, áðrenn hann gjørdist bispur í Føroyum; hann varð innsettur av Fríðrik 1. kongi, og var settur “Efter deres kår og begæring, som der på landet bor”. Tað vil siga, at føroyingar høvdu sjálvir peikað á hann. Hann lovar Fríðriki 1. og hansara eftirmonnum trúskap, og fær Bispastólin fyri 1000 føroyskar gyllin. Tað, at tað er kongur, ið innsetir bisp, og ikki erkibiskoppurin, vísir, at kirkjan í Noreg longu tá var viknað. Hamborg, sum tá hoyrdi til tað danska ríkið, var longu (í 1528) blivið lutherskt, og breiddi henda nýggja læra seg til Bjørgvins við Hansakeypmonnunum.

Føroyar kúgaðar av týskum lensharrum í 1500-talinum

Føroyar tykjast at hava verið rættiliga kúgaðar av týskum lensharrum í 1500 talinum. Hetta vóru Hansakeypmenn, ið fingu Føroyar í len av donskum kongum, og fingu harvið øll handilsrættindi, og rættin at krevja skatt inn fyri kong í oyggjunum. Tá Fríðrik 1. doyði 10 apríl 1533, byrjaði “Greivastríðið”, ið var eitt stríð millum Christian 2., og Christian 3., um, hvør skuldi vera næsti kongur í Danmark. Samstundis royndu norðmenn at taka valdið aftur í egnum landi; og á Harradøgum í Noreg 15. august 1533 varð mælt til, at Føroyar aftur skuldu leggjast undir Bjørgvins Hús (Bergenhus), sum tað upprunaliga hevði hoyrt til. Norðmenn vístu á, at teir ongantíð høvdu givið loyvi til, at Hamborgararnir Joachim Wullenweber4 (ið umboðaði Christian 2.), og Thomas Koppen, (ið var umboð fyri Christian 3.), skuldu fáa Føroyar í Len, og, vildu norðmenn vera við, at hesir menn ætlaðu at leggja Føroyar undir seg og ríva tær frá Noreg. Lutherska trúgvin hevði ikki stóra undirtøku í Noreg, og tískil var norska Ríkisráðið fyri ein stóran part katólskt, við Ólavi Erkabispi og Eske Bille Høvuðsmanni á Bjørgvinshúsi, á odda. Føroya løgmaður skrivar aftur 23/5 1534 til Eske Bille og fegnast um at kunna koma undir Bergen aftur, og vil hann gera alt fyri at stuðla hesum. Men hann vísir eisini á, at Hamborgararnir, við kongligum loyvum, nokta føroyingum at lata skatt og leigu til nakran annan enn teir. Ámundur bispur skrivar somuleiðis í svari sínum tann 30. mai 1534 til Eske Bille, at hann hevur sæð skjøl, ið vísa, at Thomas Koppen hevur fingið Føroyar í len fyri lívið frá Fríðriki 1, og at Koppen góðtók hvørki, at norðmenn ella Joachim Wullenweber kravdu skatt inn í Føroyum. Ámundur tóktist at kenna seg bundnan av sínum lyfti til Fríðrik 1. kong, um trúskap móti honum og eftirmonnum hansara. Tí er tað ikki so lætt at stuðla norðmonnum, sjálvt um tað var tað, ið hann vildi. Soleiðis eru føroyingar kastibløkur ímillum hesar ymisku stríðandi partarnar og vita ofta ikki, hvønn teir skula gjalda skattin til. Á ólavsøku 1538 var tingið komið saman fyri at góðkenna nýggjan fúta, og ábendingar eru um, at nýggi kirkjuordinansurin er vorðin samtyktur á hesi tingsetu.

Byrjanin til reformatiónina í Føroyum

Á Ólavsøku 1538 var tingið komið saman fyri at góðtaka nýggjan fúta, og ábendingar eruum, at nýggi kirkjuordinansurin er vorðin samtyktur á hesi tingsetu. Fotografur og kelda ókend. Kennir tú upprunan, frætta vit fegin.

Tann 10. apríl 1535, skrivar Kristian 3. kongur bræv til Føroyar, og kunnger, at hann hevur gjørt Thomas Koppen til fúta og ljósmann í Føroyum, at føroyingar skulu vera honum lýdnir, og at hann skal halda St. Ólavs lóg. Sjálvt um brævið er sent við katólskari heilsan, og at hann skal halda St. Ólavs lóg, so er hetta, at hann skal verða “ljósmaður” eitt tekin um, at hansara uppgáva er at innføra reformatiónina í Føroyum, og er henda nýggja læran amboðið, ið hann skal brúka fyri at fáa hendur á kirkjugóðsinum her á landi. Løgtingið hevur ikki havt nógv í at velja, og kom saman at viðgera hetta. Í brævi til kong Kristian 3. hin 15. aug 1535 sæst, at løgmaður og meirilutin høvdu tikið undir við Kristian 3. kongi, at Thomas Koppen skal vera fúti og ljósmaður. Ámundur bispur skrivaði ikki undir hetta bræv.

Ámundur bispur villleiddur av kongi og offur fyri følskum ákærum

17. februar 1536 skrivaði kongur, at hann nú hevði fingið frið í lag við Lybeck, og at stríðið um kongsvaldið var av. Í hesum brævi var ongin St. Ólavs heilsa, og bispur varð ikki nevndur. Nú var tónin meira lutherskur. Kongur eggjaði føroyingum til einans at gjalda skatt til Thomas Koppen. Í 1538 boðar Thomas Koppen Ámundi bispi frá, at kongur nú fór at leggja hald á kirkjugóðsið í Føroyum. Tað tykist sum Koppen fer varisliga fram, (føroyingar hava helst eins og íslendingar og norðmenn verið sera góðir við sína katólsku trúgv, so hann hevur helst vitað, at øll ikki vóru fegin um hesa avgerð). Ámundur svarar honum høvisliga aftur í brævi frá 26. mai 1538, og greiðir frá, at hann er vorðin villleiddur av kongi, og at mótstøðumenn hansara hava borið lygnir og slatur fram um hann og kirkjuna, og biður Thomas Koppen ikki trúgva hesum lygnum. Vit vita ikki, hvørji lokabrøgd eru farin fram her, men Ámundur bispur hevði fingið bispasetrið fyri lívið frá Fríðrik 1, og tí hevur ikki verið so lætt at sett hann frá. Tó kundi tað sæð út sum, at hann er offur fyri følskum ákærum, ið eru so álvarsamar, at myndugleikarnir hava kunnað kravt hann frá. Á ólavsøku 1538 er bispur møttur á Tingi saman við Heina Joensen Officialis (tann navnframi Heini Havreki), sum er næsti maður bisps. Somuleiðis eru allir Føroya prestar, løgmaður og løgrættumenn møttir fyri at góðtaka nýggjan fúta. Sjálvt um tað ikki framgongur av skjølunum, so eru ábendingar um, at tann nýggi Kirkjuordinansurin er vorðin samtyktur á hesi tingsetu, og harvið er reformatiónin innførd; eftirsum at lensmaðurin Thomas Koppen fyrr um árið hevði boðað Ámundi bispi frá, at kongur nú fór at leggja hond á alt kirkjugóðs í Føroyum, og at hetta sama árið varð tann nýggi ordinansurin eisini settur fram á Altinginum í Íslandi. Ámundur bispur hevur uttan iva roynt at sett seg ímóti hesum og somuleiðis ímóti hesi nýggju týsku læru, sum sambært gamlari kirkjulæru varð grov ranglæra. Av hesum og møguliga av teimum følsku ákærunum, ið vóru settir fram í móti honum, er hann eftir øllum at døma frákoyrdur og førdur til Danmarkar. Sambært Dahl doyr Ámundur bispur í kleystrinum í Antvortskov á Sælandi í 1551, har hann sat í húsavarðhaldi. Allir teir katólsku prestarnir í Føroyum vóru avsettir uttan tveir: Mortan bróðir í Suðurstreymi og Andras bróðir í Suðuroy. Hinir vóru koyrdir suður til Sands, har teir sótu í húsavarðhaldi á Traðargarði til teir doyðu. Heini Joensen tykist tó at vera farin yvir til ta nýggju luthersku trúnna seinni, eftirsum hann gerst Føroya próstur.

Mótstøða ímóti luthersku trúnni, og 15 kirkjur hvørva eftir reformatiónina í Føroyum

Bønhústoftin í Leirvík. Nú so nógvar kirkjur og bønhús blivu niðurløgd, máttu føroyingar nógvastaðir fara vandafullar ferðir yvir fjøll, firðir og sund fyri at koma til kirkjubygdirnar, millum annað fyri at jarða teirra deyðu. Fotografur og kelda ókend. Kennir tú upprunan, frætta vit fegin.

Sjálvt um Føroya løgting ikki hevur haft nakran annan møguleika uttan at góðtikið hesa nýggju luthersku læru, og forboð var sett fyri at praktisera katólska læru í danska ríkinum, so eru tekin um, at henda nýggja læra, eins og í Noreg og Íslandi, ikki bleiv so væl fagnað av øllum í Føroyum, og at ikki allir føroyingar hava lurtað eftir, hvat kongsins menn hava sagt. Sambært keldum hvurvu minst 15 kirkjur í Føroyum aftaná reformatiónina, og vit vita um tvær, ið blivu fluttar úr einari bygd í aðra. Sambært tí norska prestinum Peder Clausøn Friis (1592) vóru tað í gomlum døgum 54 kirkjur í Føroyum. Hann nevnir, at listin, ið hann gongur eftir, er frá tíðini undan svartadeyða, men at tað eftir hesa tíð blivu bygdar fleiri kirkjur afturat, og nakrar síðan eru “ødelagde”. Sløk 80 ár seinni (1673-74), nevnir Lucas Debes, at tað eru 39 kirkjur í Føroyum. Men hví hvørva hesar 15 kirkjur í Føroyum eftir reformatiónina? N. Andersen (1895) nevnir nakrar av hesum kirkjum: ”Ved Reformationen bleve flere Kirker nedlagte, deriblandt Hove Kirke paa Suderø, Halvkirkerne paa Hestø, Kolterø, og Nordredal, Saxen og Thorsvigs Kirker paa Strømø, Selletræ, Lervig og Lamhauge Kirker paa Østerø, en på Myggenæs og 3 Bønnhuse paa Sandø foruden flere af disse sidste andetsteds”.

Tríggjar kirkjusagnir

Hóast sagnir altíð skulu verða tiknar við fyrivarni, so hava kanningar eisini víst, at tær ofta kunnu vera sera álítandi.

Hovs kirkja

Søgn er, at Leivur Øssurson bygdi fyrstu kirkjuna í Hovi stutt eftir at kristindómurin var innførdur í Føroyum. Hann var giftur við Tóru Sigmundardóttir, og setti hon treyt við, at kirkjan skuldi verða bygd har. Kirkjan varð bygd tætt við bóndahúsini, og stóðu har fimm kirkjur til tann seinasta var niðurtikin, og flutt til Porkeris. Sambært søgnini var orsøkin til, at kirkjan í Hovi bleiv niðurtikin og flutt til grannabygdina tann, at: “Hovbingar vóru so fastir í síni gomlu trúgv, at teir vildu ikki taka við hesi nýggju læruni hjá Luther, tí varð eingin kirkja bygd aftur í Hovi” (Gregorissen, 1997). Tað vil siga, at tað, at kirkjan bleiv niðurtikin, var ein revsing frá danska kongsvaldinum. Boðini frá teimum donsku myndugleikunum tykjast at hava verið: Um tit ikki taka við hesi nýggju luthersku læru, so taka vit kirkjuna frá tykkum og flyta hana til grannabygdina. Hetta má sigast at hava verið harðar treytir. At taka halgidómin frá fólki sum revsing fyri, at tey ikki vildu skifta trúgv, hevur verið ein hørð revsing. Minnast má til, at tann katólska trúgvin eftir nærum 600 ár var djúpt inngrógvin í fólkið, og gevur hetta okkum møguliga eina ábending um, hví 15 kirkjur og bønhús vóru niðurløgd eftir reformatiónina. Ongin kirkja var í Hovi frá reformatiónini og heilt fram til 1943

Tað, at kirkjan í Hovi bleiv niðurtikin, var ein revsing frá danska kongsvaldinum fyri, at hovbingar ikki vildu taka við tí nýggju luthersku læruni. Hovbingar fingu ikki kirkju aftur fyrr enn í 1943. Fotografur og kelda ókend. Kennir tú upprunan, frætta vit fegin.

Kirkjan í Syðrugøtu

Sambært sagnum læt Tróndur í Gøtu byggja kirkju í Syðrugøtu, tá hann varð blivin kristin, og hetta hevur verið í katólskari tíð. Kirkjugarður skuldi eisini verða norðarlaga í bygdini, í Svørtumýru, men seinni vórðu bæði kirkja og kirkjugarður flutt til Norðragøtu (Gregoriussen, 1995). Orsøkin til, at kirkjan bleiv flutt, sigst at vera, “at kirkjan bleiv vanhalgað av einum drápi, ið fór fram inni í henni ein jóladag”, “tveir brøður komu upp at keglast, og annar lat lív” (E. Isholm, 2015). Hetta má sigast at vera ein rættiliga óvanlig hending, at eitt dráp fer fram inni í kirkjuni ein jóladag - og tað verður sagt, at tað vóru tveir brøður, ið koma upp at keglast og annar letur lív. Hvør kann bakgrundin vera? Kann hetta verða eitt stríð ímillum katolikkar og protestantar undir reformatiónini? Vit vita frá keldunum, at fleiri av prestunum hesa tíð vórðu nevndir “brøður” [5] t.v.s. at teir vóru prestvígdir munkar, og sambært J. Dahl vóru Mortan bróðir í Suðurstreymi og Andras bróðir í Suðuroy tveir av teimum ídnastu at breiða hesa nýggju týsku læru út í Føroyum. Men hví fer stríðið fram ein jóladag? – Jú, jóladagur verður mettur at vera ein tann mest heilagi dagurin í árinum, og hetta kann hava verið eitt stríð um, hvussu messan (guðstænastan) skuldi fara fram hendan dag. Tey, ið hildu fast í tí gomlu trúnni, vildu sjálvandi halda fast í tí gomlu messuni (har prædikað var á norrønum/føroyskum), ímeðan tey, ið umboðaðu donsku kongsmegina, vildu innføra ta nýggju: “Deutsche Messe” (har prædikað var á donskum). Fleiri dømir eru úr Noreg um, at teir norsku bøndurnir vóru so óðir inn á teir nýggju luthersku prestarnar, sum við stórari arrogansu burturbeindu og brendu halgimyndir, katólskar bøkur, og aðrar halgar lutir, at teir tvungu teir at halda messuna á gamlan hátt, og tað kom eisini fyri, at teir drupu prestar [6], ið umboðaðu hesa nýggju týsku læru. Vit vita ikki fyri vist, hvat fór fram hendan jóladag í Syðrugøtu, men eftir hesa hending, verður kirkjan flutt av bygdini, og tað kann væl hugsast, at tað var fyri at revsa fólkið (eins og í Hovi). Syðrugøta hevur heilt fram til okkara tíð verið uttan kirkju.

Eftir morðið í kirkjuni í Syðrugøtu, var kirkjan flutt av bygdini, og tað kann væl hugsast, at tað var fyri at revsa fólkið. Syðrugøta hevur heilt fram til okkara tíð verið uttan kirkju. Fotografur og kelda ókend. Kennir tú upprunan, frætta vit fegin.

Ein áhugaverd søgn er eisini knýtt at kirkjugarðinum í Svørtumýru: “Men ein gomul genta var so føst í tí gamla, at hon heldur vildi verða grivin í Syðrugøtu, enn at verða borin til Norðragøtu. Tað var tó farið við henni, men ikki vunnu teir longur enn at neystatoftunum Yviri í Bø Í Norðragøtu. Tá varð kistan so tung, at menninir máttu seta hana og fingu hana ikki upp frá aftur. Og har varð hon grivin” (Húsgarð 1955). Her hoyra vit um eina gamla gentu, sum var so føst í tí gamla og noktar at blíva grivin í Norðragøtu. At hon var so føst í tí gamla, merkir helst, at hon hevur hildið fast í gomlu katólsku trúnni, og at hon ynskti at verða grivin saman við sínum katólsku forfedrum, ið lógu grivnir í Svørtumýru. Hon hevur als ikki roknað tann nýggja kirkjugarðin, sum eftir øllum at døma er vorðin vígdur av lutherskum prestum, at vera rætt vígdan. So henda søgnin gevur okkum eisini eina ítøkiliga ábending um ta fólksligu mótstøðu, sum var móti tí nýggju týsku læruni, ið varð kroyst niður yvir fólkið, og at fólk hildu fast um ta gomlu katólsku læruna, hóast hon við lóg var forboðin. Eftir morðið í kirkjuni í Syðrugøtu, var kirkjan flutt av bygdini, og tað kann væl hugsast, at tað var fyri at revsa fólkið. Syðrugøta hevur heilt fram til okkara tíð verið uttan kirkju.

Brævi frá kongi til Jens Gregersen Superintendent (lutherskur bispur) frá 1551

Í einum brævi, ið Kong Kristian 3. skrivaði úr Keypmannahavn 1551 til Jens Gregersen Superintendent (bispur), gav kongur øllum prestum og deknum strong boð viðvíkjandi gudstænastuni o.s.v.: “Til Jens Gregerssøn, superintendant paa Færø. Kongen hilser alle Sognerpræster og Sognedegne, som bygge og bo over alt Færø, og melder at han er kommen i Forfaring, hvorledes en stor Part af dem har 4 eller 6 Kirker at gøre Tjeneste i og dertil ere Sognerpræster og Sognerdegne, og mange Kirker findes hvori kun 3 eller 4 Gange om Aaret gøres nogen Gudstjeneste og for Sognefolket prædikes og læres Guds hellige Ord og Evangelium, fordi de ere forlenede med saa mange langt adspredte Kirker. Det befaldes derfor strængelig, at holde hver Søndag Tjeneste Aaret igennem i en af Kirkene, eftersom Superintendenten Hr. Jens Gregersen tilsiger, og alvorligt foreholde Sognefolket, at de besøge Sognerkirkerne. Ingen af dem maa holde nogen Kapellan, uden Præsten selv er boende paa Færø, ellers skal han have forbrudt sit Sogn og dertil straffes som den, der ikke vil agte Kongens Breve og Bud. Superintendenten skal have Fuldmagt, at sætte en anden Sognepræst i hans Sted. Desuden skal det menige Kleresi over alt Færø i alle Maader være Ordinansen undergivet og rette sig efter, hvad Superintendenten dem derom underviser. Kongen har ladet aabne Breve udgaa til Almuen paa Færø, at de skulle tienden retfærdeligen, og give Kirken, Præsten og Degnen hvis Rettighed som dem bør gøre”.

Greining:

Her skrivar kongur, sum nú hevur yvirtikið myndugleikan hjá pávanum, til superintendantin (bispin) í Føroyum Jens Gregersen, og viðmerkir, at hann er komin eftir, at fleiri av teimum hava 4-6 kirkjur at røkja; og staðfestir, at eftirsum so nógvar kirkjur liggja so fjart, so hoyrir fólkið bara Guðs orð 3-4 ferðir um árið. Kongur krevur tí strangliga at guðstænasta verður hildin í kirkjunum, hvønn sunnudag (her er eisini talan um deknaguðstænastur), og vísir á, at superintendenturin Hr. Jens Gregersen krevur strangliga, at fólkið í sóknunum gongur í kirkju. Hetta, at superintendenturin krevur, at fólkið gongur í kirkju, bendir á tað sama, sum vit síggja hendi í Noreg, har fólk nógvar staðir aftaná reformatiónina góvust at ganga í kirkju. Hann sigur víðari, at fólkið ikki mugu hava kapellanar (privatar prestar / hjálparprestar), uttan at hesin prestur er búsettur í Føroyum; og um tey gera tað, so kunna tey rokna við harðari revsing, og at superintendenturin skal hava myndugleika til at seta annan prest, í staðin fyri hesar útlendsku kapellanarnar. Her fáa vit eina ábending um, at tað eru fólk í Føroyum, ið als ikki hava tikið undir við tí nýggju luthersku læruni, at útlendskir (katólskir) kapellanar virka í landinum, og at superintendenturin ikki hevur havt fullan ræðisrætt yvir øllum kirkjum og prestum í landinum. Eisini í Noreg sæst hetta, at norskir katólskir prestar, sum í loyndum høvdu lært til prest aðrar staðir, virkaðu í loynd í Noreg til langt eftir reformatiónina. Somuleiðis sigur kongur, at allir prestar/deknar í Føroyum skulu í øllum viðurskiftum geva seg undir ta nýggju luthersku kirkjuskipanina og rætta seg eftir tí, sum superintendenturin (bispurin) lærir teir um. Henda útsøgnin frá kongi bendir eisini á, at tað vóru prestar og deknar, ið ikki høvdu tikið undir við tí nýggja ordinansinum og ikki aktaðu superintendentin, sjálvt um eini 13 ár vóru liðin, síðan reformatiónin varð vorðin innførd. Aftur eitt líkheitstekin við Noreg, har fólkið í fleiri førum noyddu teir nýggju prestarnar at hava gudstænastuna uppá gamlan hátt, eins og aðrir norskir prestar ikki virdu ta nýggju kirkjuskipanina. Kongur sigur víðari, at hann hevur sent brøv út, ið vera upplisin fyri øllum føroyingum, har tað verður kravt, at teir skulu gjalda tíggjund til kirkjuna, prestin og deknin. Nakað eftir hetta sendir kongur enn eitt bræv út, har hann heitir á føroyingar um at gjalda tíggjund. Útfrá hesum tykist tað sum føroyingar ikki hava vilja goldið tíggjund til hesa nýggju kirkju. Hetta hendir eisini hendir í Noreg, at fólki boykottaðu ta luthersku kirkjuna og noktaðu at gjalda tíggjund eftir reformatiónina, og var tað ein av orsøkunum til, at kirkjur fullu av. Ein onnur orsøk var, at kongur vann nógvan pening við at selja kirkjur, samstundis sum tað kostaði hjá kongi at reka hesar kirkjur. Eisini var tað ikki lætt at hava eftirlit við trúnni hjá fólkið, ið búðu í útjaðaranum, og tí kann kongur hava valt at niðurleggja kirkjur á slíkum støðum, eins og vit síggja í Hovi. Jens Riber superintendentur (bispur) rýmdi úr Føroyum longu um ár 1556-1557. Lucas Debes sigur, at hetta var orsakað av sjórænarum, men Absalon Peterssøn Beyer, sum starvaðist við dómkirkjuna í Bergen, og sum tykist at hava kent Jens Riber, skrivar, at grundin til, at hann rýmdi, var vegna mótstøðu í Føroyum, og at hansara myndugleiki ikki bleiv virdur. Debes (1995) skrivar, at tað uttan iva hevur verið eitt stríð ímillum teir, ið hava hildið fast um fornan kirkjusið og teir, ið vildu innføra ta nýggju læruna hjá Luther, sum bleiv trokað inn á føroyingar uttanífrá. Út frá søgnum og omanfyri nevnda brævi frá kongi kann staðfestast, at so hevur verið.

Reformatiónin var tvungin inn á føroyingar av danska embætisvaldinum. Nógvastaðni settu bøndurnir seg harðliga ímóti teimum luthersku prestunum og kongsins monnum, sum við stórari arrogansu burturbeindu og brendu katólskar bøkur og aðrar halgilutir. Illustratión: J. D. Guttesen

Samandráttur

Út frá bæði tí norska, íslendska og føroyska tilfarinum kann staðfestast, at stór mótstøða hevur verið millum fólk móti hesi nýggju læru. Somuleiðis kann eisini staðfestast, at kongsmegin ofta fór harðliga fram; kongur var eisini altráður eftir at reka teir katólsku bisparnar frá, so hann kundi fáa fatur á teimum ognum, ið kirkjan átti, og sum kirkjan fyri ein stóran part brúkti til sosial endamál. Sambært Zachariasen (1961) fleirfaldaðust skattainntøkurnar hjá kongi í Føroyum aftaná reformatiónina. Makt og pengar mugu tí metast at hava verið ein av høvuðsorsøkunum fyri, at kongur var so íðin eftir at fáa reformatiónina framda í ríkinum. Christian 3. hevði sjálvur rænt Mariukirkjuna í Christiania í Noreg fyri allar virðislutir longu í 1529, tá hann virkaði sum statshaldari har. Myndugleikarnir tykjast heldur ikki at hava havt tamarhald á øllum kirkjum í Føroyum, og ábendingar eru um, at tann gamla trúgvin framvegis hevur verið praktiserað, serliga í útjaðaranum langt aftaná reformatiónina. Fyri at forða hesum hava myndugleikarnir m.a. tikið kirkjur niður og í summum førum flutt tær til aðrar bygdir fyri at revsa fólkið í Føroyum. Jon S. Hansen, Master í søgu. 1. Eitt nú tær kendu “stavkirkjuprædikurnar”, sum vit kenna frá “Norsk Homiliebog”, ið inniheldur katólskar prædikur heilt aftur frá 1100-talinum á norrønum máli. Slíkar prædikusamlingar finnast eisini á íslenskt-norrønum og gomlum donskum máli, frá katólskari tíð. 2. Katolikkar vístu á, at læran um halgilutir var bíbilsk: Aps. (19: 11-12), har fólk vórðu lekt av at nerta við sveittaklútin og svintuna hjá Paulusi; Matt (9: 20-22), har ein kvinna varð lekt við at nerta við klæðir Jesusar; Aps., (5: 14-16) har sjúk vórðu lekt av skugganum hjá Pæturi; 2 kong (13: 20-21), har ein deyður maður, ið kom í kontakt við tær jarðisku leivdirnar av Elia profeti og vaknaði upp aftur, o.s.fr.). 3. Sambart tí katólsku læruni um tað heilaga samfelagið, er tað eitt tætt andaligt samband millum tey heilagu í himli og tey heilagu á jørð, og kunnu tey heilagu á jørð heita á tey heilagu, sum nú eru í himli, um at ganga í forbøn fyri sær hjá Guði. Í Halgubók kunnu vit lesa um hesa læru m.a. í Opinberingsbókini, har teir 24 elstu (sum merkir prestar), høvdu hvør sína gullskál av roykilsi, sum eru bønir hjá teimum heilagu á jørð; og Hebrearabrævið fortelur, at vit hava eitt skýggj av vitnum, sum vísir til halgimennini, ið hava stríðst tað góða stríðið og nú eru í himli. Í líknilsinum um ríka mann og Lásarus fortelur Jesus eisini, at ríki maðurin kallar á halgimennið Abraham um at hjálpa sær; so sjálvur Jesus lærir hetta. Í gamla testamentinum finna vit hetta m.a. í Tobits bók, og í 2. Maccabearabók. Men hesar bøkur, saman við fimm øðrum, eru burturtiknar úr teimum luthersku bíbliunum, tí tær vóru ikki í samsvar við lutherska teologi. 4. Joachim Wullenweber hevði í 1521 brotið bæði arm og bein á einum presti, sum tá var fúti í Føroyum. Hann hevði biðið hann heinta eina bót inn frá eini kvinnu, sum skuldi hava dripið eitt barn, ið Joachim skuldi vera faðir at (Zachariasen 1961; s. 162). 5. Hetta kann eisini vera eitt stríð millum tveir brøður, har tann eini er farin yvir til ta nýggju týsku trúnna, og hin hevur hildið fast um ta gomlu. 6. Sagnir greiða frá, at hetta eisini er komið fyri í Føroyum, eftir at reformatiónin var innførd. Hetta samsvarar við gongdina í Noreg og í Íslandi.

---------
Keldulisti: Gregoriosen, JP 1995, Kirkjunar í Føroyum Gomlu Trækirkjunar. Forlagið í Støplum. Gregoriosen, JP, 1997, Kirkjunar í Føroyum Eldru Hválvkirkjunar. Forlagið í Støplum. Gregoriosen, JP, 1999, Kirkjunar í Føroyum Nýggjaru Kirkjunar. Forlagið í Støplum. Zachariasen, L 1961, Føroyar sum rættarsamfelag 1533-1655. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn. Húsgarð, E 1955, Varðin nr. 31. Føroyskt tíðarrit, Felagið Varðin, Tórshavn.

Share This