Í summar, frá 31. juli til 14. august, hevði katólska meinigheitin í Føroyum vitjan úr Týsklandi av Monsignore Georg Austen, aðalskrivara í Bonifatiuswerk, og p. Martin Geistbeck, presti í Ingolstadt og formanni fyri Bonifatiuswerk í biskupsdøminum Eichstätt.
Georg Austen og Martin Geistbeck vóru í Føroyum í tvær vikur og virkaðu sum avloysaraprestar í Mariukirkjuni. Vitjanin gav p. Georg Austen og p. Martin samstundis høvi, at fáa innlit í gerandisdagin hjá katólsku meinigheitini í Føroyum og at síggja, hvussu ein lítil katólsk meinigheit, uttan fastbúgvandi prest, verður borin av sjálvbodnum arbeiði av katolikkum úr ymiskum londum.
Bonifatiuswerk der deutschen Katholiken stuðlar katólskum meinigheitum í økjum, har katolikkar eru ein lítil minniluti. Felagsskapurin hevur eisini stuðlað katólsku kirkjuni í Føroyum, millum annað við verkætlanum í Mariukirkjuni og prestagarðinum. Í sambandi við vitjanina hevur Bonifatiuswerk skrivað eina grein* um katólsku meinigheitina og lívið sum katolikkur í Føroyum.
EWTN tekur upp uttanfyri Mariukirkjuna. Msgr. Georg Austen í miðjuni og formaðurin í kirkjuráðnum uttast t.h. Foto: Pater Martin Geistbeck
Um somu tíð var katólska sjónvarpsrásin EWTN eisini í Føroyum. Eitt upptøkulið við fólki úr Póllandi, Týsklandi og USA, gjørdi sjónvarpsupptøkur í Mariukirkjuni og aðrastaðni í Føroyum til eina sending um katólsku kirkjuna og katólskt lív í Føroyum.
Hetta gjørdist tí ein serlig tíð hjá meinigheitini, har bæði vitjanin úr Bonifatiuswerk og upptøkurnar hjá EWTN settu sjóneykuna á katólska lívið í Føroyum og meinigheitina, sum savnar fólk úr nógvum ymiskum londum.
*Týska greinin um ferðina í Føroyum: "Pfarrer auf Zeit zwischen Meer, Wind und Felsen: Bonifatiuswerk der deutschen Katholiken"

