
Fundurin av Mariu moy og Jesusbarninum, frammanfyri mynd, ið vísir eina heila standmynd. Foto: Helgi Michelsen
Í sambandi við fornfrøðiliga útgrevsturin á Sondum á Sandi er ein serliga áhugaverdur fundur gjørdur: eitt lítið brot av einari miðaldar standmynd, ið sýnir Mariu Moy við Jesubarninum. Fundurin er ein sjáldsamur vitnisburður um katólska trúarlívið í Føroyum undan siðaskiftinum, tá lutherska kirkjuskipanin varð innførd í Føroyum av danska konginum í seinnu helvt av 1530-árunum.
Standmyndir av Mariu Moy vóru ein natúrligur partur av kirkjulívinum í katólsku Kirkjuni. Tær vóru ikki tilbidnar, men vórðu virdar sum myndir av Jesu móðir, ið leiðir menniskju til Son sín. Slíkar standmyndir stóðu ofta í kirkjum og kapellum og vóru ein týðandi partur av trúarlívinum hjá fólki.
At ein slík standmynd nú er komin undan kavi á Sondum, gevur okkum eina serliga áminning um ta kristnu og katólsku søgu, sum Føroyar vóru partur av í fleiri hundrað ár. Hon minnir okkum um, at virðingin fyri Mariu og hennara serliga pláss í frelsusøguni var ein natúrligur og sjálvsagdur partur av kirkjulívinum, eisini her á landi.
Tað er gleðiligt, at fornfrøðiliga arbeiðið í Føroyum soleiðis kann kasta ljós á okkara felags mentanar- og kirkjusøgu.

Útgrevstrarfeltið á Sondum. Mynd: Helgi Michelsen
Les meira um fundin hjá Tjóðsavninum:
1) https://www.tjodsavnid.fo/greinir/runarsteinur-funnin-i-utgrevstri-a-sondum-a-sandi
2) https://kvf.fo/greinar/2026/07/23/her-hvlur-lj

