Stutt heilsan frá p. Christophe, vitjandi prestur til 12. juli ’26

11.07. 2026 | Tíðindi

Pater Christophe Godel

Halló øll somul.

Eg eri pater Christophe. Eg havi verið prestur í Sveis í 25 ár í Lausanne, Geneve og Fribourg biskupsdøminum. Í løtuni eri eg prestur í La Chaux-de-Fonds, har eg tæni einum bólki av sóknum í kantonini Neuchâtel.

Tað er ein stór gleði hjá mær at hátíðarhalda evkaristiina saman við tykkum hesar báðar fyrstu sunnudagarnar í juli. Hetta er triðju ferð, at eg eri komin at hjálpa tykkara sókn í eina stutta tíð. Eg eri fegin um enn einaferð at uppliva Føroyar, vøkru náttúruna, mentanina og fram um alt lívið í tykkara katólska kirkjuliði.

Hjartans tøkk fyri hjartaligu móttøkuna. Eg leggi eisini sóknirnar, sum eg komi frá í Sveis, í tykkara bønir, og eg kann vissa tykkum um mínar bønir fyri tykkum. Harrin signi okkum øll og hjálpi okkum at vaksa saman í felagsskapinum í Hansara kirkju.

Pater Christophe

Share This