
p. Martin Chase
Eg eiti Martin Chase, og eg eri ættaður úr Michigan í USA, men havi búð og arbeitt í Danmark í nógv ár.
Eg varð ikki føddur katolikkur. Eg gjørdist katolikkur, meðan eg var universitetslesandi. Í teimum árunum brúkti eg nógva tíð upp á at hugsa um, hvat eg skuldi gera við lív mítt. Eftir at eg varð katolikkur, kendi eg meg meira og meira drignan til prestakallið. Tá ið eg samstundis arbeiddi við eini PhD-ritgerð, avgjørdi eg, at tá ið eg hevði lokið lesnaðin, skuldi eg taka endaligu avgerðina um, hvørt eg skuldi gerast prestur.
Tá ið eg hevði tikið doktaraheitið, fór eg inn í jesuittaordanin. Tá var eg 28 ára gamal. Útbúgvingin hjá jesuittum er long og krevjandi, og tað gingu enn tíggju ár, áðrenn eg varð vígdur prestur. Í hesum tíðarskeiði las eg heimspeki, gudfrøði og onnur evni í USA og í Toronto í Kanada.
Mín vísindaligi áhugi førdi meg til miðaldarmál og miðaldarbókmentir. Eg las fornenskt og fornnorrønt, og hetta gjørdist mítt serøki. Av tí at eldru ensku málstigini eru tætt knýtt at norðurlendsku málunum, fekk eg eisini áhuga fyri íslendskum og øðrum skandinaviskum málum. Størsti parturin av mínum lívi sum jesuittur er farin við undirvísing. Jesuittar arbeiða ofta í skúlum og á universitetum, og eg undirvísti í nógv ár á universitetum í USA.
Gransking og lestur í Danmark
Hóast eg varð føddur í Michigan, gjørdist New York eftirhondini mítt heimstað. Tað var staðið, har eg búði longst. Men seinni kom Danmark inn í lív mítt á ein óvæntaðan hátt.
Sum granskari arbeiddi eg nógv við miðaldarhandritum og gomlum bókum skrivaðum á skinn. Nógv týðandi handrit verða varðveitt í Keypmannahavn, og tí var eg eitt ár í Danmark sum lesandi. Eisini kom eg ofta hagar um summarið í granskingarørindum, og gjøgnum hesar vitjanir lærdi eg jesuittarnar í Keypmannahavn at kenna.
Har vóru jesuittarnir komnir væl til aldurs og høvdu tørv á hjálp. Av tí at eg longu dugdi nakað av donskum, bóðu teir meg koma til Danmarkar at undirvísa á teirra katólska studentaskúla. Tað játtaði eg, og frá 1992 til 1999 undirvísti eg í átrúnaði og enskum.
Eftir hesi árini fór eg aftur til USA og helt fram við undirvísing á universiteti, men eg misti ongantíð sambandið við Danmark. Tá ið eg hevði sabbatár frá arbeiðinum, brúkti eg tey ofta í Danmark ella Íslandi, har eg helt fram við granskingini og neyt lívið í Norðurlondum.
Fyrstu ferð til Føroyar
Einaferð varð eg boðin til Føroya at hjálpa í katólsku sóknini í nakrar vikur. Eg haldi, at fyrsta ferð mín var umleið í ár 2007. Føroyar vóru nógv øðrvísi tá, enn tær eru í dag, og eg varð beinanvegin hugtikin. Mær dámar væl at ganga, og eg brúkti nógva tíð í fjøllunum og við at kanna oyggjarnar.
Føroyska málið hugtók meg eisini. Av tí at eg longu dugdi íslendskt, kundi eg lættliga lesa føroyskt, men at skilja talað føroyskt og sjálvur tosa tað, var nakað heilt annað. Eg fór tí undir at lesa føroyskt av álvara saman við systur Mariu Therese (fyrrv. skúlastjóri í Sankta Frans Skúla), sum gjørdist ein góður vinur og hjálpti mær at læra nóg nógv føroyskt, til at eg kundi halda messu á føroyskum. Sóknarfólkið setti prís upp á at hava ein prest, sum kundi siga messu á føroyskum, og tað eggjaði meg til at halda fram við at læra málið.
Samstundis vaks áhugin fyri føroyskari mentan. Eg fór at lesa føroyskar bókmentir og læra meira um søgu og siðir í Føroyum. Hóast føroyskt og íslendskt eru skyld mál, eru tey á nógvar mátar rættiliga ymisk.
Ímeðan helt eg fram við mínum akademiska arbeiði. Gransking mín hevði samband við Institut for Middelalderstudier í Keypmannahavn, ein stovnur sum jesuittar upprunaliga høvdu sett á stovn. Arbeiði mítt var framvegis savnað um miðaldarenskar og norrønar tekstir.
Broytingartíðir
Fyri nøkrum árum síðani hendi enn ein týðandi broyting. Jesuittasamfelagið í Danmark var vorðið sera lítið, og eg fekk boð frá jesuittaprovinsialinum í Póllandi, sum hevði ábyrgdina av Danmark. Hann spurdi, um eg kundi hugsað mær at gevast við universitetslívinum og venda aftur til Danmarkar at hjálpa jesuittunum har.
Fyrst bar tað ikki til, tí gamla mamma mín búði á røktarheimi í USA og hevði tørv á mær. Men eftir nøkur ár broyttust umstøðurnar, og eg játtaði at venda aftur. Í 2020 flutti eg aftur til Danmarkar og gjørdist ovasti (superior) fyri jesuittasamfelagið har.
Í dag tæni eg framvegis sum prestur og jesuittur í Danmark. Tíðarskeiðið hjá mær sum ovasti varir eftir ætlan til 2027. Hvat hendir aftaná, veit eg ikki enn. Kanska fari eg aftur til USA, ella kanska verði eg verandi í Danmark. Um eg verði verandi, fari eg helst at brúka tíðina til andaliga vegleiðing, prestaligt arbeiði og at hjálpa fólki á teir mátar, eg kann.
Tá ið eg hyggi aftur á lív mítt, síggi eg eina leið við mongum óvæntaðum vendingum – frá einum ikki-katólskum lesandi í Michigan til jesuitt, lærara, granskara og prest, og síðani til Danmarkar og Føroya. Men gjøgnum allar hesar broytingar havi eg kent, at eg varð leiddur til tey støð og tey fólk, har eg skuldi tæna.
——————–
[Her er samrøða við pater Martin um miðaldar skaldskap: A Jesuit Scholar Looks Between the Lines].

