Stutt um p. Daren Brown, vitjandi prest til 5. apríl 2026

2.04. 2026 | Tíðindi

Pater Daren Brown

4. februar 1967:
Føddur í Harrogate. Pápi seldi landbúnaðarútgerð, og mamma arbeiddi á lokala telefonsentralinum, og soleiðis hittust foreldrini fyri fyrstu ferð.

Pápi plagdi at ringja til mammu, meðan hon var til arbeiðis, og at enda bjóðaði hann hana út. Pápi hevði verið í herinum og varð sendur til Eysturríkis eftir kríggið. Báðir brøður hansara høvdu tænt í øðrum heimsbardaga, annar sum sjúkrarøktari og hin í akherinum; hann doyði í Egyptalandi og er jarðaður har.

Eg havi ein eldri og ein yngri beiggja, og ein stjúkbeiggja; ein er flogskipari hjá EasyJet, ein er kokkur og hin er universitetslærari. Ein av hansara høvuðsleiðum er Manchester–Paphos.

1969: Vit fluttu til Carlton-in-Lindrick í Nottinghamshire. Byrjaði í skúla har. Mamma bleiv lærari, og pápi byrjaði egið virki við at selja leikur og skjóttgangandi bátar. Barndómurin var framúr!

1976: Vit fluttu til Dunham-on-Trent í Nottinghamshire. Eg gjørdi fólkaskúlan lidnan og fór á Tuxford Comprehensive. Í hesum tíðarskeiði var eg flogkadettur tætt við RAF Scampton, har vit plagdu at sita í Vulcan-bumbuflogførunum, sum vóru har. Vit flugu eisini við glíðarum og Chipmunk-flogførum. Sum familja fóru vit hvørt ár til Eysturríkis at standa á skíum, tí pápi tosaði flótandi týskt eftir árini í herinum.

1983: Fór úr skúlanum, og vit fluttu til Nottingham. Eg fór á yrkisskúla og lærdi timburarbeiði, har eg gjørdi ein gittar sum lokaverkætlan. Eg keypti eisini mína fyrstu motorsúkklu, eina Yamaha RD50, og bleiv juniorleiðari hjá skótunum. Skótaliðið hevði samband við eitt lið í Føroyum.

1984: Fekk arbeiði við at gera skáp. Eg koyrdi eisini av og á ein 7,5 tons lastbil og leveraði skáp til kundar. Eg arbeiddi eisini við træsnaring. Keypti mína aðru motorsúkklu, eina Yamaha RD125.

1985: Pápi doyði tíverri fyrr á árinum, sum sjálvsagt var ein stórur skelkur. Eg fór síðan til Ísraels at arbeiða á einari kibbutz sunnan fyri Deyðahavið í seks mánaðir, har vit ofta svumu leygardagar. Vit dyrkaðu melónir og tomatir, og eg koyrdi mest við traktor.

Eg vendi aftur til Bretlands og bleiv partur av Territorial Army í Royal Corps of Transport, knýtt at 144 Para Field Ambulance. Var við á venjingini “Lion Heart” í Týsklandi í 1986, norðan fyri Hamburg. Móti endanum av venjingini keikti eg fótin illa og lá eina viku á bretskum hernaðarsjúkrahúsi í Hannover.

1986: Arbeiðið við skápum gjørdist eitt sindur keðiligt, so eg fór at arbeiða hjá eini fyritøku innan fyri lyftur, jørðbinding og torusláttarverju, nevnd W.J. Furse & Co Ltd. Eg fór eisini til Føroyar á altjóða skótalegu hetta árið.

Til Føroya at arbeiða og prestakall

1987: Eg hevði júst gjørt meg lidnan við P-Company í Aldershot við mínum TA-liði, men áðrenn eg fór at leypa í fallskíggja, fekk eg arbeiði í Føroyum. Eg arbeiddi fyrst á einum flakavirki, men fekk síðan arbeiði at byggja háspenningsmastrar í fjøllunum hjá landsins elfelag.

Eg fekk arbeiðið, tí eg dugdi at gera træformar til sementgrundir. Eg bygdi eisini sjálvar mastrarnar og klatraði upp í tær fyri at seta rammurnar saman. Spreinging var eisini partur av arbeiðinum, tí vit máttu sprongja burtur tann bleyta klettin, fyri at leggja undirlagið á fasta klettin niðri undir. Eg lærdi at tosa føroyskt, sum er sama mál sum íslendskt.

1988: Eg byrjaði at kenna eitt kall til prestalívið eftir at hava hitt einasta katólska prestin í Føroyum, pater Per Vaagø. Ein vinur mín las eina grein um, at pávi Jóhannes Páll II skuldi vitja Skandinavia, og eg fekk uppgávuna at seta meg í samband við prestin fyri at spyrja, um ein ferð varð skipað fyri at síggja pávan. Presturin kom at vitja okkum, og vit fóru báðir at ganga til messu, sum var umleið 50 míl burtur eftir fjallavegi um summarið og við ferju um veturin.

Aftur til Onglands og í kleystur at lesa til prest

1989: Pater Per small um í húsinum, meðan eg var har, og eg fekk hann fluttan á sjúkrahús, men tíverri doyði hann dagin eftir. Í 1990 fór eg úr Føroyum og vendi aftur til Nottingham, har eg arbeiddi hjá Boots the Chemist og gjørdi ymisk sløg av heilivági, millum annað Strepsils hostatablettir.

1991: Eg fór í klostur og var har í fimm ár og las til prest. Uttan fyri skúlatíð arbeiddi eg í kirkjusóknum í Liverpool, Manchester og Assisi (Italia), har eg vísti pílagrímum og ferðafólki runt í basilikaum og gav rundvísingar í fresko listini. Seinasta árið (1995) byrjaði eg á University of Kent.

1996: Eg fór úr klostrinum, men helt fram við ynskinum um at gerast prestur. Eftir lokna útbúgving fór eg til Nottingham bispadømi í 1998 og varð sendur til Róm í trý ár at gera lesnaðin lidnan. Eg tók eisini masterútbúgving á einum av Vatikan-universitetunum.

2001: Eg varð vígdur til diakon í St Paul’s Outside the Walls basilika í Róm og fór at arbeiða í Mansfield í eitt ár. Har vóru umleið túsund sóknarbørn, so eg fekk góðar royndir. Fór aftur til Róm at gera ritgerðina lidna.

2003: Eg varð vígdur til prest í Mansfield og varð sendur til eina sókn úti á landinum, í Hadfield, Derbyshire, har eg arbeiddi í tvey ár sum hjálparprestur. Eg kom at hava ábyrgd av fýra kirkjusóknum, fimm skúlum og trimum sjúkrahúsum, meðan starvsfelagi mín kom fyri seg eftir hjartatilburð. Hann hevði doyð, um eg ikki hevði verið í húsinum. Millum 2003 og 2011 átti eg eisini tríggjar motorsúkklur: Honda Transalp 650, Yamaha TDM900 og Yamaha FJR1300 Sport Tourer. Í 2005 koyrdi eg ein 7700 kilometur langan túr á motorsúkklu kring Evropa.

2005: Eg bleiv partur av Royal Army Chaplains’ Department. Síðani var eg sendur til Larkhill, Týskland (tvær ferðir), Catterick, Abingdon, Norðurírland og nú Kypros. Eg havi verið á trimum ferðum: Herrick 4 & 12 og Telic 12.

Frítíðarítriv/áhugamál: kaving, flúgving (lítil flogfør), betri matgerð, motorsúkklur, tennis og at syngja. Eg tosi rímiliga væl italskt.

Share This