Systir Ceciliu til minnis

6.03. 2026 | Samkomulív, Tíðindi

eftir systir Mariu Forrestal. Upplisið áðrenn gravarferðarmessan fyri systir Ceciliu endaði (í Írlandi). Ein sokallað eulogy ella minnislovorð, sum tað eitur á føroyskum.

Systir Cesilia í miðjuni. Foto: M. Forrestal

Systir Cecilia varð fødd 7. februar 1930 í Hilltown, Co. Down. Í familjuni vóru tríggir dreingir og tríggjar gentur. Tíverri misti hon mammu sína, tá hon var smágenta, so hon, systirin Elizabeth, og lítlibeiggin Gerard, fluttu til Glasgow í Skotlandi, har tey vórðu uppald av mostur teirra.
Hóast Cecilia hevði trygg barnaár har, og ofta tosaði hjartaliga um mostur sína – ikki minst um góðgætishandilin, hon hevði! – kunnu vit ímynda okkum ta sorg og tann trega, sum øll familjan fór ígjøgnum.

Gjørdist nunna

Hon varð upptikin í Franciscan Missionaries of Mary (Fransiskanara ordanin) tann 15. september 1947 í Loughlynn, Co. Roscommon, har hon byrjaði sína tíð sum novisa. Ein tíð hon mintist við gleði og takksemi.
Í februar 1951 fór hon til Bretlands, har hon í fýra ár hevði ymiskar uppgávur í okkara samfeløgum í Boltons í London og í Coldash í Berkshire. Hon gav síni endaligu lyfti í Coldash 15. desember 1953.
Í februar 1955 fekk hon eina nýggja missión. Hesaferð fór hon til Fraklands, har hon var eitt ár í París og síðan fimm ár í Berck nær Calais í norðara parti av Fraklandi. Har arbeiddi hon á barnadeildini á kleystrinum. Tá hon kom aftur til Bretlands í 1961, arbeiddi hon eisini á sjúkardeildini í kleystrinum Canning Town í East End í London í tvey ár, áðrenn hon fór aftur til Loughlynn kleystrið í Co. Roscommon í Írlandi, har hon var enn eitt ár á sjúkradeildini har. Í 1964 varð hon send til Liverpool í nakrar mánaðir, áðrenn hon fekk sína missión, sum var at fara til Tórshavn í Føroyum, har hon kom at vera næstu 58 árini. Áðrenn tað, hevði ætlanin verið, at hon skuldi til Goa í India!

Send til Føroyar

Hon sigldi til Føroyar umvegis Danmark og kom fram í tjúkkum mjørka tann 3. september 1964. Hon elskaði at siga frá, hvussu hon alla tíðina hoyrdi orðið “måske” og helt, at tað máttu vera nógvar moskur í Danmark. Hon fann so seinni útav, at “måske” merkti “kanska”, ikki moska!
Hon hevði fingið upplæring innan Montessori-undirvísingarháttin og eisini í maskinskriving. Hon byrjaði at arbeiða sum lærari í Sankta Frans skúla, sum FMM stovnaði í 1931. Í nógv ár undirvísti hon børnum í fyrsta og øðrum flokki. Hon undirvísti eisini teimum eldru næmingunum í enskum. Hon undirvísti eisini í kvøldskúla í eina tíð.

Børnini hildu sera nógv av henni og elskaðu at siga frá, hvussu hon dansaði “Highland Fling” og um stuttleikan, tey høvdu á skúlaútferðum til Skotlands, sum Cecilia ofta var við á. Nevnast kann eisini, at hon var við í arbeiðinum at geva út ta fyrstu ensk-føroysku orðabókina. Navn hennara varð nevnt í takkarskrivinum!
Sys. Cecilia var sera handalig. Kunnleikin, hon hevði fingið gjøgnum átta ár á sjúkradeildunum, kom okkum ofta til hjálpar í samfelagnum – heilt bókstaviliga. Hon dugdi eisini væl at seyma og brúkti nógvar tímar at umvæla og laga klæði til. Seinasta stóra verkætlan hennara var at seyma eitt miðaldarlíkt tjald úr tungum segldúki, sum skuldi brúkast til eina sóknarpílagrímsferð. Hon elskaði plantur, og tað sást á øllum blómupottunum runt um í klostrinum og í skúlanum, har hon arbeiddi. Árligi jólabudingur hennara var ein sonn fragd fyri eygað!

Hóast hon var farin frá sum lærari, var hon framvegis at síggja í skúlanum, har hon avloysti lærarar, sum vóru burtur. Hon hevði eisini privat undirvísing í kleystrinum, har hon hjálpti bæði vaksnum og lesandi, sum lærdu seg enskt, eisini hjálpti hon skúlabørnum, sum høvdu tørv á hjálp við lesingini. Hon hevði serstakt hegni at hjálpa hesum børnum, var skapandi í undirvísingini og sera tolin.

Aftur til Írlands

5. september 2022 fór Sr. Cecilia aftur til Írlands. Tað var ein sera torfør flyting fyri hana. Hon kendi stóra sorg at skula fara frá samfelagi sínum, sóknarbørnunum, vinum og sínum elskaðu oyggjum. Tað sást eisini á øllum teimum mongu, sum komu at siga farvæl, hvussu nógv hon var elskað. Tað tók eina tíð at finna seg til rættis aftur í Írlandi, men spakuliga fann hon sítt pláss, umgyrd av systrum, røktarum og familju, sum nú høvdu lættari við at vitja hana. Hon fekk eisini møguleika at vera saman við systur síni, Sr. Elizabeth, í fýra mánaðir, tá hon kom. Eisini fekk hon nógvar vitjanir úr Føroyum, og hon fekk javnan blómur og telefonsamrøður, heilt fram til 96 ára føðingardag sín 7. februar, og alt hetta gleddi hana nógv.

Sys. Cecilia livdi eitt langt og ríkt lív. Heilsan versnaði spakuliga seinastu vikurnar, men hon hevði framvegis góðar dagar, tá hon sat í armstólinum, las eitt sindur, tók ímóti vitjandi og var saman við okkum í kapellinum og til borðs. Seinasta sunnudag hevði hon ein góðan dag og bað um at sleppa út í garðin, har henni dámdi at vera. Tá hon kom innaftur, bjóðaði ein røktari henni eina “7-up”. Hon spurdi, um tað ikki var “okkurt sterkari?”, og fekk bjóðað eina Baileys, sum hon fegin tók ímóti! Soleiðis var hon: greið, friðarlig, takksom og altíð við einum skálkasmíli heilt til tað síðsta.
Hon hevði stóran kærleika til Vár Frúu og til Føroyar, og tí vil eg enda við at biðja Heil verið tú Maria á føroyskum:

Má hon hvíla í friði. Hvíl í frið, góða Cecilia!

Heil veri tú, Maria,
full av náði,
Harrin er við tær.
Vælsignað ert tú millum kvinnur,
og vælsignað er frukt móðurlívs tíns, Jesus.
Heilaga Maria,
móðir Guds,
bið fyri okkum syndarum,
nú og á deyðastund okkara.

Amen.

 

Share This