Altjóða kvinnubønardagur 6. mars 2026

28.02. 2026 | Samkomulív, Tíðindi

“Hvíld fyri teimum møddu” eftir Gift Amarachi Ottah

Fríggjakvøldið 6. mars kl. 19.30 í Mariukirkjuni.

Altjóða kvinnubønardagur hevur verið hildin í Føroyum á hvørjum ári síðani seksti árini.

Hvørt ár skriva kvinnur úr einum ávísum landi tekstin til dagin – og í ár hava kvinnur úr Nigeria skrivað tekstin undir evninum:

»Komið! Eg skal veita tykkum hvílu.«

Kvinnur í umleið 180 londum savnast hendan fyrsta fríggjadagin í mars at biðja saman og grunda yvir tekstin.
Hetta er eitt tvørkirkjuligt tiltak, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Mariukirkjan í Havn

Share This