Reglur fyri føstu- og páskatíðina 2026

18.02. 2026 | Samkomulív, Tíðindi

Fráboðan frá Czeslaw biskupi í sambandi við føstu- og páskatíðina 2026.

Foto: Unsplash.com


FØSTUTÍÐIN
varir í ár liturgiskt sæð frá øskudegi 18. februar til skírisdag 2. apríl, áðrenn messuna henda dag við hátíðarhaldi av innstiftingini av evkaristiini.

Øskudagur og langafríggjadagur 3. apríl eru bindandi føstu- og abstinensdagar, t.e. á hesum døgum skal ein fasta og fullkomiliga halda seg frá kjøti.

Konstitutiónin hjá 2. Vatikankonsilinum um liturgiuna Sacrosanctum Concilium mælir til, at siðurin at gera bót langafríggjadag, har tað er gjørligt, eisini verður víðkaður til páskaaftan (nr. 110).

Allir fríggjadagar í árinum, har eingin hátíð verður hildin, eru bótardagar. Í biskupsdøminum kann ein fríggjadag, í staðin fyri at halda seg frá kjøti (abstinens), velja aðrar mátar at merkja fríggjadagin sum bótardag, t.d. við at halda seg frá øðrum mati, frá ávísum drykkjum ella frá øðrum, t.d. stuttleikum, ella við at gera serligar kærleiksgerðir, biðja meira og líknandi.

Persónar frá 14 ára aldri og eldri eru bundnir av regluni um, at fríggjadagar eru bótardagar, og at øskudagur og langafríggjadagur eru abstinensdagar (kjøtleysir dagar). Frá 18 ára aldri til 59 ára aldur er ein eisini bundin at fasta. Við sjúku og undir øðrum serligum umstøðum kann verða givin undantøka frá hesum reglum.

At fasta merkir, at ein í mesta lagi etur eina fulla, men einfalda máltíð um dagin, og letur hinar máltíðirnar vera eitt mininum, um ein ikki heilt letur vera við at eta tær.

Móttøka av heilagu kommuniónini
Øll, sum hava móttikið fyrstu heilagu kommunión, eru bundin at móttaka altarsins sakramenti minst eina ferð um árið. Hevur ein ikki verið til kommunión í árinum, eigur henda skylda at verða uppfylt í páskatíðini, har vit hátíðarhalda deyða og uppreisn Krists og Hansara varandi nærveru okkara millum, um ikki rímilig orsøk er til at gera tað aðratíðir. Páskatíðin varir frá páskanátt til og við hvítusunnudag.

Er ein sær vitandi um, at hava gjørt eina álvarsliga synd, er ein bundin at játta hana í skriftamáli, áðrenn móttøku av kommuniónini. Ein er eisini bundin at fara til skriftamál innan eitt ár, um ein hevur gjørt álvarsamar syndir. Eingin skylda er at játta smærri syndir eina ferð um árið, men Kirkjan eggjar okkum til regluliga at nýta bótarsakramentið, fyri at verða andaliga lekt og vaksa í náðarinnar lívi.

Føstugáva o.a.
Fasta, bøn og andalig fordjúping eru týðandi liðir í føstutíðini. Okkara fordjúping í trúnni eigur tó altíð at fylgjast av vilja til ítøkiligar gerðir av næstakærleika. Tí er eisini knýtt ein áminning til føstutíðina um at geva ítøkiligt íkast til neyðstødd. Hetta kann gerast við at luttaka í føstuaksjónini hjá Caritas Danmark ella á annan hátt geva fíggjarligt íkast til fólk í neyð.

Messan, har hinar heilagu oljurnar verða vígdar, sum m.a. verða nýttar til dóp, ferming og salving av sjúkum, verður hildin týsdag 31. mars í Sankta Ansgars Dómkirkju. Øll, sum hava møguleika fyri tí, verða eggjað til at luttaka í hesi messu, sum á serliga hátíðarligan hátt sýnir felagsskapin í biskupsdøminum.

Kollektin til Heilaga Landi verður sambært siðvenju savnað inn langafríggjadag, í ár 3. apríl. Tey kristnu í Heilaga Landinum eru í álvarsamari trongd og hava brúk fyri okkara solidariteti. Ápostulin Paulus mælti longu sínum samkomum til at stuðla teimum fátæku í samkomuni í Jerusalem. Pengarnir fara til at varðveita virksemi Kirkjunnar í Heilaga Landinum.

Keypmannahavn, tann 13. februar, 2026
+Czeslaw

(Leysliga umsett úr:
https://www.katolsk.dk/nyhed/bestemmelser-for-faste-og-paasketiden-2026 ).

Share This