
Pater Marcos
Góðu tit øll, fyrst av øllum vil eg takka tykkum fyri eina góða og hjartaliga móttøku til messuna síðsta sunnudag!
Hetta er triðja ferð eg vitji sum prestur í Føroyum.
Eg eiti Marcos og eri upprunaliga úr einum býi nærhendis Barcelona, Spania, sum eitur Sant Vincenç dels Horts.
Eg eri 48 ára gamal og kom til Danmarkar í 1995, sum prestanæmingur og í 2009 varð eg prestvígdur í Sankta Ansgar dómkirkjuni í Keypmannahavn, av okkara kæra Czeslaw biskupi.
Síðani hevur mítt arbeiði sum prestur, verið mær ein heiður og ein gleði. Seinastu árini havi eg havt ta gleði, at tænt í ymsum samkomum, frá Aarhus til Maribo, Høje Taastrup, Roskilde, Køge og Lyngby – og nú seinastu 6 árini í Sankta Ansgar.
Vinarlig heilsan, Markos

