Gudstænastur á jólum og á nýggjárinum 2025

20.12. 2025 | Samkomulív, Tíðindi

Dagur
Kl.
Lýsing
Jólaaftan
kl. 24.00
Midnáttarmessa
Jóladagur
kl. 11.00
Jólamessa
2. jóladagur
kl. 11.00
Sankta Stefan
28.12.24 Sunnudagur
kl. 11.00
Tann heilaga familjan
31.12.24 Nýggjársaftan
kl. 17.30
Gudstænasta
01.01.25 Nýggjársdagur
kl. 11.00
Maria Moy
04.01.25 Sunnudagur
kl. 11.00
Harrans opinbering

Presturin skrivar:

Hví valdi Gud, tá ið hann nú vildi stíga inn í heimin, at gerast Gud á tann mest lítillætna og serliga hátt? Hví kom hann ikki á støði við til dømis keisara Augustus, og vísti sín mátt við at fremja merkisverdar gerðir, sum beinanvegin høvdu verið kendar um alt Rómaríkið?

Í staðin, so stígur hann inn í heimin, einans sæddur av nøkrum hirðum á eini ong og nøkrum eysturlendskum stjørnuspámonnum, sum skjótt hvørva aftur. Tá ið valdsharrarnir varnast hann, má hann verjuleysur flýggja til eitt annað land. Hvør er Guds ætlan við hesum.

Gud hevur skapað heimin, og givið menniskjunum hann í hendi at røkja tað, hann hevur skapað, samstundis, sum hann hevur givið okkum ein frían vilja. Tí grípur hann ikki inn á ein dramatiskan hátt, tá ið vit misrøkja heimin, men fer sjálvur inn í heimin og vísir okkum í Jesusi, hvussu vit skulu vera menniskju, so at heimurin kann verða soleiðis, sum hann hevur ætlað, at hann skuldi vera.
Samstundis fer hann í Jesusi inn og lutar okkara lagnu og er við okkum í líðing og deyða. Men í Jesusi vísir hann okkum eisini, at hvørki líðingin ella deyðin hava seinasta orðið, men at uppreisnin bíðar okkum. Alt hetta skulu vit hava í huga, tá ið vit síggja barnið í krubbini.

Gleðilig Jól!
Prestur

Share This