
Sankta Niklas
Tað ljóðar, at Sankta Niklas er á veg til Føroya, so hann kann koma til messu í Mariukirkjuni sunnudagin 7. december! Hann hevur fyri vana, at vilja heilsa uppá børnini.
Minningardagurin hjá sankta Niklas er annars 6. december, so tað passar væl. Í Føroyum verður hann annars eisini nevndur Skt. Klávus og er verndarhalgimenni hjá m.a. jomfrúum, lærarum, fiskimonnum og sjófólki,
Kirkjukaffi verður eisini aftaná messuna.

