Stutt um p. Joy, vitjandi prest til sunnudagin 16. nov. ’25

11.11. 2025 | Tíðindi

Pater Khristy Joy Fernando Santhiyogu er føddur 15. apríl 1974 í Pesalai, í einari katólskari bygd í Mannar økinum á Sri Lanka, nærhendis indisku strondini. Hann er miðlingurin av níggju systkjum í katólskari familju.

Hann tók fólkaskúla- og miðnámsútbúgving í lokalum katólskum skúlum í Sri Lanka í 1990-árunum. Í 1993 fór hann inn á prestaseminarið at lesa til prest, og tók prógv í heimspeki og gudfrøði á katólskum lærustovnum í Jaffna, Kandy og aðrastaðni á Sri Lanka.

P. Joy varð vígdur til prest í 2006. Eftir prestavígsluna, tænti p. Joy í fleiri sóknum og missiónum (t.e. tænastur uttanfyri sóknina/bispadømi) um alt Sri Lanka, eisini undir borgarakrígnum. Serliga í Mullaitivu og nærliggjandi økjum, sum vóru rakt av ósemjum. Borgarakríggið endaði annars í 2009.

Hansara uppgáva fevndi um at byggja upp katólskar meinigheitir, at arbeiða saman við bæði tamilskum og singalesiskum katolikkum og at stuðla undir semju millum partarnar.

Eftir umleið tíggju ár í prestatænastu á Sri Lanka, varð hann í 2015  sendur til Danmarkar av sínum biskupi, sum partur av prestafelagsskapinum Oblates of Marie Immaculate (OMI). Hann býr í Herlev, har eisini okkara fyrrverandi sóknarprestur, Paul Marx og p. Reggie, búgva.

Síðani hevur hann staðið fyri ensktmæltu katólsku tænastuni í Danmark, skipað fyri messum og hevur pastoralvirksemi serliga millum katolikkar úr Afriku og Ásiu.

Fr. Joy heldur, at prestagerningurin í Danmark er meira avbjóðandi enn heima, men eisini gevandi, tí hetta krevur, at ein fæst við fjølbroyttar mentanir og ymsar átrúnaðarligar spurningar. Hann undirvísir eisini komandi konvertittum.
Somuleiðis sigur hann, at tað er torførari at liva eitt katólskt lív í Føroyum, í mun til aðrarstaðir, har meginparturin av fólkinum eru katolikkar, sum t.d. í katólska økinum á Sri Lanka, har hann vaks upp.

Share This