Stutt um pater Bruno, vitjandi prest til 24. aug. 2025

13.08. 2025 | Samkomulív, Tíðindi

P. Bruno Mollicone, meðan hann var útsendur til Irak í 2023

Pater Bruno Mollicone er italskur prestur, sum í løtuni er hernaðarkapellanur á høvuðssætinum hjá NATO í Mons (Belgia).

Hann varð føddur í 1975 í allar norðasta partinum av Italia (Friuli Venezia Giulia), við markið til Eysturríki og Slovenia.

Hann gjørdist prestur í 2009 eftir lokna útbúgving á Gregoriana (en: Pontifical Gregorian University) í Róm við sergrein í samfelagslæru Kirkjunnar í kirkjuni hjá pávaliga lateran-universitetinum.
Hann var fyrst sóknarprestur og síðani á skrivstovuni hjá erkabiskupinum.

Hann gjørdist hernaðarkapellanur (hjálparprestur) fulla tíð í 2014, og varð sendur út til nakrar hernaðarstøðir í Itáliu og tvær ferðir til Irak.
Uppgávan hjá einum hernaðarkaplani, í Italia eins og aðrastaðir, er at veita andaligan og menniskjansligan stuðul til herfólkið og familjur teirra, herundir eisini til tey ikki-trúgvandi.

"Av reinari tilvild," sigur p. Bruno, "Eg var her, tá tað varð kunngjørt, at fransiskanarasystrarnar fóru úr Føroyum med alla. Tað er so harmiligt fyri meg nú, at síggja klostrið við síðuna av Mariukirkjuni tómt. Eg veit, at tað verður umbygt til ein vælgerandi bygning til fólk, sum hava tørv á hjálp, og hetta er sera gott".

Hann leggur afturat; "Leikluturin, sum nunnurnar høvdu í Føroyum, er risastórur. Í 93 ár gjørdu tær nógv arbeiði, ikki bara við at kunngera Guds ríki, men eisini við at tryggja eina góða útbúgving til túsundtals børn, bæði katólsk og protestantisk. Øll elskaðu tær og tað var sanniliga ein framíhjárættur fyri meg, at møta teimum síðstu fimm: Marisu, Mariu, Louisu, Florens og Rosappin.
Føroyar fara ongantíð at gloyma hesar elskuligu Guds kvinnur og eg eri vísur í, at nógv fólk enn biðja fyri teimum hvønn dag".

Share This