Stutt frásøgn um katólsku Kirkjuna í Føroyum

27.07. 2025 | Søguligt tilfar, Tíðindi

Ólavs kirkjan í Kirkjubø, frá ár 1250. Foto: Stig Nygaard, Wiki.

Írskir munkar?

 

Nýggj gransking tykist stuðla uppáhaldinum um, at íriskir munkar vóru teir fyrstu, ið búsettust í Føroyum.

• Vit hava keltisk orð í føroyska málinum, eins og staðarnøvn. Seyður og havri hava verið í oyggjunum áðrenn víkingarnar.

Avmyndan av Skt. Brendan Sjófara, eftir Colin Harrison, listamanni. Postverk Føroya gav út í 1984.

• Vit hava søguna um Sankta Brendan og Brendanferðina. Ein sjóferð, sum Tim Severin skipaði fyri í 1970’unum. Ein av manningini var kendi føroyski listamaðurin, Tróndur Patursson. Henda ferð vísti, at ferðin hjá Sankta Brendan til Amerika var møgulig at gera. Í frásøgnini stendur, at hann steðgaði við "Seyðoyggjarnar" og varð bjóðaður vælkomin av keltisk talandi.
• Til er eisini ein útskurður av Sankta Brendan, írska halgimenninum, ið er verji hjá navigatørum, á einum av Kirkjubøarstólunum, og navnið, St. Brendansvík, finst eisini í Kirkjubø. Sankta Brendan stavar upprunaliga úr Kerry-sýsluni í Írlandi, sum eisini hevur nógvar líkheitir við Kirkjubø bæði við landslagi og veðri!
• Írskir munkar vóru kendir fyri at leita eftir friðskjólum, oydnum støðum, so kallaðum "oyðimørkum í havinum," til bønarstøð og at møta Gudi. Føroyar hóska væl til eitt slíkt endamál!

Nútíðargransking

Nýggj gransking hevur víst, at keltiskt (írskt og/ella bretskt) DNA finst meira í føroyskum kvinnum, í mun til norskt DNA hjá monnum. Hetta er ikki løgið, tá ið vit hugsa um, at fyrstu búsetararnir vóru norskir víkingar.

• Víkingar eru kendir fyri teirra ránsferðir til írskar strendur, fyri at myrða, og ræna tey kleystur, sum funnust har, og sum vóru ein rík kelda til mentan og lærdóm. Teir tóku eisini trælir, og við tíðini, sum teir vórðu integreraðir, giftust teir írskum kvinnum. Hetta kann vera frágreiðingin uppá tað keltiska DNA'ið í Føroyum – tí allarhelst hava teir norsku víkingarnir havt kvinnur, av keltiskum uppruna, við sær til Føroya.
• Nýggj fornfrøðilig gransking á Toftum og aðrastaðni, hevur funnið fram lutir, ið benda á bústaðir við kristnari keltiskari ávirkan, áðrenn kristindómurin alment kom til oyggjarnar. Tað er sagt, at keltiskar kristnar kvinnur í hesum bústøðum førdu sína trúgv víðari til børnini – langt áðrenn Sigmundur Brestisson kom til Føroya.

Keltiskur kristindómur og tann katólska Kirkjan

Keltiskur krossur

Í nýggjari tíð hoyra vit av og á, fólk vísa til keltiskan kristindóm, tá ið tey tosa um fyrstu kirkjuna í Føroyum. Tað verður enn tá sagt, at keltiskur kristindómur á ein hátt var sjálvstøðugur og leysur frá tí rómverska katólska. Tað er av størsta týdningi at skilja, at hetta er ein skeiv niðurstøða!

• Tað var bert ein alheims kirkja í hesum tíðarskeiði, og biskuparnir vóru sameindir við pávan í Róm, hóast teir við hvørt høvdu ósamljóð um staðbundnar siðir, so sum hárklipping (á munkum) og dagfestingina fyri páskirnar. Til dømis fóru Skt. Palladius og Skt. Pátrik til Írlands við signing pávans, eins og onnur írsk halgimenni og mangir aðrir trúboðarar fóru út í Evropa við signing pávans, millum aðrar Skt. Columcille, Killian, Aidan, Columbanus. Hetta hevði ikki verið øðrvísi við munkum, ið komu til Føroya.
• Tann gudfrøðiliga læran, sum teir prædikaðu, var læra katólsku Kirkjunnar, ta gudfrøði vit læra í dag. Teir nýttu somu evangelii, Bíbliuna. Teir hildu sakramentini, eisini messu. Veruleikin er, at nógvir siðir og siðvenjur frá tíðini í tí fyrsta kristindóminum, enn eru í nýtslu í Írlandi í dag, sum ein integreraður partur av kristna lívinum.

Reformatiónin í Føroyum

Eisini verður tað onkuntíð ført fram, at katólska Kirkjan í reformatiónstíðini, var ein valdsmikil makt, sum kúgaði lokalu kirkjuna í Skandinavia, og eisini kirkjuna í Føroyum. Aftur her kunnu vit endurtaka, at kirkjan í Føroyum var ein partur av alheims kirkjuni. Biskuparnir og bispadømini vóru sameind við pávan, hvørs valdsgrundarlag var grundað á Jesus Kristus, meira neyvt við boðorðunum, hann gav Sankta Pæturi og ápostlunum (Matteus 18:16).

Onkursvegna verður ein ímynd sett upp, um at siðaskiftið (reformatiónin) var gott, og at katólska Kirkjan var ring. Tað vóru sanniliga týdningarmikil mál innan Kirkjuna, sum áttu at verið rættað, men reformatiónin var ikki ein alstór signing fyri Føroya fólk!

Soleðis kann tað hava sæð út, tá danska yvirvøldin fór í hornatøkur við katólsku føroyingarnar, tá teir noktaðu at skifta til luterska trúgv. Sum tað t.d. hendi í Hovi í Suðuroynni.

• Tann "nýggja læran" varð tvungin inn av einum donskum kongi, sum luthersku biskuparnir høvdu ábyrgd yvirfyri. Í veruleikanum var hann ikki so upptikin av læru og trúgv, sum hann var at skaffa sær makt og útvega pengar til síni avriksverk.
• Umleið ár 1538 varð tann katólski biskupurin, Ámundur Ólavsson, frátikin myndugleika sín, prestaskúlin stongdur og kirkjuognirnar yvirtiknar - ella rættari sagt, stolnar – av kongi, sum setti sínar egnu leigarar. Føroyska fólkið hevði ikki longur ræði á sínum kirkjuligu málum – inntil juli 2007, tá føroyska kirkjan gjørdist sjálvstøðug.
• Føroyskir prestar høvdu "valið" í millum at góðtaka nýggju læruna, fara til Danmarkar – ella at verða settir í húsavarðhald í Sandoynni.
• Ein týðandi partur av føroyingum, noktaðu at rinda tíggjund til kong, og mangir noktaðu eisini at ganga í kirkju. Skrivað er eisini, at fólkið ikki virdi tað nýggja fyristøðufólkið, ið sett varð av kongi, eins og teir høvdu virt teirra katólska biskup.
• Hildið verður, at 15 kirkjur í Føroyum vóru oyðilagdar vegna mótstøðuna frá fólkinum – og teir katólsku prestarnir, ið eftir vóru, livdu eitt lív í fátækradømi.
• Danskt varð eisini innført sum kirkjumál undir siðaskiftinum, nakað, sum vísti seg at vera katastrofalt fyri føroyskt mál.

Trúarfrælsi

Henda støða stóð við inntil trúarfrælsið varð lýst í 1849. Vit kunnu spyrja, hví tað var neyðugt at lýsa trúarfrælsið lógfrøðiliga? Í øllum førum, lat trúarfrælsið dyrnar upp fyri einari nýggjari byrjan fyri tað katólsku Kirkjuna. Ella, tað skuldi mann hildið...

• Faðir Bauer kom úr Týsklandi í 1857, sum partur av "Norðpólatrúboðanini", sett á stovn av páva Pius IX. Aðrir prestar hjálptu honum í ymiskum tíðarskeiðum. Teir upplivdu fordómar og mótstøðu frá fólki, sjálvt tað, at finna handverkarar til at byggja nýggju kirkjuna, var trupult.
• Við tíðini vann Faðir Bauer sær virðing og alsk frá mongum fólkum í Havn, og hann vann sær eisini eitt gott umdømi, sum urtagarðsmaður. Tað verður eisini nevnt, at teir luthersku prestarnir tóku væl ímóti honum.
• Tað er skrásett, at hann grøddi ein mann við eygnatrupulleikum, sum hevði verið strangliga antikatólskur, men endaði sum katolikkur, sum úrslit av hesum. Sjey fólk gjørdust katolikkar tey tólv árini, hann var her. Tað tykist ikki av nógvum, men við teimum djúpu antikatólsku fordómunum, er tað merkisvert, og hetta kravdi bæði dirvi og trúgv.
• Fólk, sum gjørdust katolikkar, vórðu háðað, útihýst og enntá likamliga álopin, men tey sýndu stórt dirvi og áhaldni. Ikki-katolikkar, sum tordu at verja katólsku Kirkjuna, vórðu eisini háðaðir og álopnir.

Faðir Bauer fór avstað í 1869. Kirkjan, hann bygdi, varð seinni brúkt til fimleik og dansistovu, áðrenn hon varð tikin niður. Húsið stendur enn.

• Nøkur av katólsku fólkunum/føroyingunum fóru til Noregs og til USA.
• Royndir vórðu gjørdar at halda katólsku Kirkjuna til 1894, og teir tríggir katolikkarnir, sum eftir vóru, møttust dagliga at biðja saman. Møguliga bóðu teir rósukransin...
• Seinasti katolikkurin, ein gomul kvinna av Hvítanesi, doyði, og við hennara fráferð fór katólska Kirkjan enn einaferð av aftur oyggjunum...

Enn ein byrjan

Van Rossum, kardinalur, ferðaðist fram við oyggjunum í 1929. Hann var ávegis til Íslands at vælsigna nýggju katólska dómkirkjuna í Reykjavík. Á heimferðini til Róm, heitti hann á tveir nývígdar prestar, Faðir Boekenogen (Niðurlondum) og Faðir King (Skotlandi), og Fransiskanarasystrarnar (Franciscan Missionaries of Mary/FMM) um at endurstovna katólsku Kirkjuna í Føroyum.
• Tvær FMM komu til oyggjarnar í apríl 1931. Við í fylginum vóru teir tveir prestarnir og fleiri systrar. Eins og teirra forfedrar upplivdu teir eisini fordómar og mótstøðu, við almennum álopum í bløðunum og boðum frá lutherska dómpróstinum, um at systrarnar ikki máttu undirvísa í katólsku trúnni í teirra egna skúla! Hetta er faktiskt eitt mál at kanna hjá prestum, ið lesa kanónska lóg um trúarfrælsi! Men eins og teirra forfedrar hildu systrarnar út.
• Byrjað var í húsunum hjá Klett-familjuni í Bringsnagøtu. Tað eydnaðist teimum at byggja eina kirkju, ein skúla og tann fyrsta barnagarðin og fimleikahøllina í oyggjunum, umframt at stovna vøggustovu, húsarhalds-skúla og kvøldskúla. Tað eina tíðarskeiðið vóru 24 systrar í Føroyum. Hóast tilfeingið var avmarkað, fingu tær væl burtuúr. Tær fingu eitt gott umdømi fyri høga støði í teirra frálæru og barnaansing, eins og fyri teirra átrúnarliga frílyndi.
• Í 1980 fluttu tær (12) eftirverandi systranar inn í klostrið, "Kerit", og í 1985 varð skúlin handaður Tórshavnar kommunu. Seinni varð eisini vøggustovan yvirtikin. Nýggja kirkjan, Mariukirkjan, varð bygd í 1987.
• So seint sum í 1990 vóru bert 90 katolikkar í Føroyum. Í dag (2024) eru tað yvir 300 skrásettir katolikkar, við fleiri enn 20 tjóðskapum, føroyingar íroknaðir. Seinnu árini hevur tað eisini verið ein støðug tilgongd av vaksnum føroyingum, sum eru vorðnir katolikkar.
• Tíverri, kunngjørdu systrarnar (5) í 2023, sína fráferð í juni 2024, orsakað av aldri, fallandi tali og visumtrupulleikum hjá nýggjum systrum. Tað var eitt skelkur fyri mong, men sóknarbørnini lata seg í arbeiðshandskarnar, og mong eru villug og før fyri at taka á seg teir leiklutir, sum systrarnar høvdu. Vónin er, at tann lítla, men vaksandi sóknin, er væl grundað til at blóma og vaksa.

Framtíðin

Tey, ið eru katolikkar í dag, eiga at verða errin av søguni hjá katólsku Kirkjuni í Føroyum. Tey mugu vera tilvitað um søguliga órættvísi og ymiskar mýtur um kristindómin, eins væl tilvitað um alt tað, sum katólska Kirkjan stillisliga og í eyðmýkt hevur stuðlað oyggjunum við. Tað týdningarmesta av øllum er, at sóknarbørnini kunnu heinta dirvi í fyridømunum og trúnni hjá okkara forfedrum, ið møguliga kunnu síggjast, sum ónavngivin halgimenni.

Lat okkum læra av teirra trúgv, dirvi, trúfesti og úthaldni undir sera truplum umstøðum. Lat okkum biðja tey, um at biðja fyri okkum og vaka yvir okkara lítlu sókn, so vit kunnu halda fram at vaksa í trúgv og vera eitt ljós fyri teimum rundan um okkum. Amen!

Sr. Maria Forrestal, 15. 04. 2024

Share This