Alexander Patrushin orgulkonsert í Mariukirkjuni týskvøldið 3. juni 2025

1.06. 2025 | Tíðindi

Týskvøldið 3. juni kl. 19 fer Alexander Patrushin at spæla á urguna í Mariukirkjuni í Havn.

Alexander Patrushin hevur lisið klaver og orgul á tónleikaháskúlanum í Arkhangelsk, har hann við denti á klaver og orgul tók prógv í 2018. Eftir tað las hann á Rimsky-Korsakov skúlanum í Sankta Pætursborg, har hann tók prógv undir leiðslu av professaranum Daniel Zaretsky.

Hann hevur vunnið fyrstu virðisløn í altjóða kappingum t.d. M.L. Tariverdiev og L.I. Roizman. Alexander gongur í løtuni á Felix Mendelssohn-Bartholdy akademinum fyri tónleik- og sjónleik í Leipzig við orgli sum høvuðsgrein undir leiðslu av Martin Schmeding, professara.

Alexander Patrushin framførir orgulverk av m.a. Buxtehude, Bach, Hassler, Schumann og Tariwerdiew. Skráin sæst niðanfyri. Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.

Skráin fyri konsertina er henda:

D. Buxtehude (1637-1707) – “Auf meinen lieben Gott” BuxWV179
J. S. Bach (1685-1750) – Fantasie und Fugue c-moll BWV537
J. S. Bach (1685-1750) – “Nun komm, der Heiden Heiland” BWV599
J. H. Knecht (1752-1817) – Orgelsonate C-Dur
S. Scheidt (1587 – 1654) – Variation über eine Gagliarda von John Dowland
S. Moniuszko (1819-1872) – “Kto się w opiekę” für Orgel
H. L. Hassler (1564- 1612) – Kanzona G
R. Schumann (1810-1856) – Studien für den Pedalflügel op. 56:
Nr. 1. “Nicht zu schnell C-Dur;
Nr. 2. “Mit innigem Ausdruck” a-moll
Skizze Nr. 4 op. 58 Des-Dur
M. Tariwerdiew (1931-1996) – 3 Choralvorspiel op. 104

Share This