Hanus heilsaði uppá pávan í Róm

5.05. 2025 | Tíðindi

Hanus Norðberg vitjaði í Róm í samband við jubilárið, og har heilsaði hann upp á pávan

Árið, 2025, er lýst sum jubilár(fagnaðarár) av pávanum. Hetta hendir hvørt 25’unda ár. Pávin bjóðar øllum, at koma sum vónarinnar pílagrímar til Róm, og har ganga í gjøgnum tær heilagu dyrnar.
Okkara Hanus Norðberg, ið gjørdist katolikkur fyri trimum árunum síðani, var við í danska ferðalagnum, ið gjørdi hesa ferð til Róm í døgunum frá 30. jan. – 6. febr.
Umframt tað serliga at ganga í gjøgnum tær heilagu dyrnar, so fekk Hanus eisini møguleikan at heilsa upp á pávan.

Á ungdómslegu í Lissabon

Fyri tveimum árum síðani var Hanus Norðberg eisini við til World Youth Day í Lissabon. WYD er ein katólskur festivalur fyri ung. Í Portugal savnaðust ikki færri enn 400.000 menniskju úr 200 ymiskum londum. Føroyska Sofía í Garði umboðaði eisini Føroyar.
Umframt nógvar og sterkar upplivingar frá tí túrinum, sigur Hanus, var serliga eitt, ið hann tók til sín, tá pávin helt røðu fyri teimum ungu. Hann hugleiddi um, tá Maria fekk boðskapin um at føða Guds son, og hon segði ja. Pávin viðmældu teimum ungu at siga ja til boðskapin, og liva eftir honum. Hetta legði Hanus sær í geyma. Tá honum stóð í boði, í gjøgnum okkara sóknarprest, Niels Engelbrecht, at sleppa við danska ferðalagnum til Róm, segði hann ja.

Vitjanin í Róm

Eitthundrað danir vóru við í ferðalagnum. Á ferðini vitjaðu tey til aldargomlu Laterankirkjuna, sum er dómkirkjan ella móðurkirkjan hjá katólska heiminum. Kirkjan er ein av teimum fýra høvuðskirkjunum í Róm, sum eisini fevna um Pæturskirkjuna, Santa Maria Maggiore og Pauluskirkjuna uttanfyri múrarnar. Hetta vóru samstundis eisini tær kirkjurnar við heilagum dyr, gingið varð gjøgnum tær allar. Tá gingið varð í gjøgnum tær seinastu heilagu dyrnar, varð Hanus biðin at bera krossin. Krossurin var sera tungur og skuldi berast í ein hálvan tíma.
Vitjað varð eisini á grøvunum hjá fleiri av apostlunum hjá Jesusi, teirra millum Paulusi og Pæturi, eins og inni í sjálvum Vatikaninum. Eisini varð farið til sponsku trappuna og katakomburnar. Messa var eisini í San Lorenzo í Firenze við sarkofakið hjá Niels Steensen
Hvør dagur hevði eina fulla skrá. Byrjað varð altíð við messu og halgigongu til tær ymisku kirkjurnar. Fyrsta messan var í Heilaga-Tríggir kongar-kapellinum og varð leidd av danska biskupinum, Ceslav Koson. Fr. Peter, ið var okkara sóknstprestur í trý ár, var eisini til staðar.
At ganga í gjøgnum heilagu dyrnar, er ein serlig náði. Hurðin stendur opin fyri einum og hvørjum, ið ynskir at traðka inn um gáttina. Allastaðni var møguleiki fyri at skrifta.

Sýmbolikkurin í teimum heilagu dyrnum er einfaldur, øll fata hann. Tað er eitt serstøk atgongd, eitt serstakt høvi, ein serstøk náði, sum byrjar og stendur opin, ja, víðopin fyri ein og hvønn, sum ynskir at traðka inn um gáttina. Boðskapurin er ikki bara einfaldur, men eisini ríkur og hevur sín uppruna úr Skriftunum:
Jesus sigur jú um seg sjálvan í (Jóh. 10,9) “Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði”. (Opinb. 3,20) “Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyri rødd mín og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær”. (Luk. 7,8) “Far!” so fer hann; “Kom!” so kemur hann; (Matt 16,19) Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli”.

Hvat er eitt jubilár og hvat er endamálið við at ganga í gjønum heilagu dyrnar?

Skorið inn at bein er tað at fara eina pílagrímsferð til Róm, ganga í gjøgnum tær heilagu dyrnar í Pæturskirkjuni ella eina av hinum trimum rómversku høvuðskirkjunum, fara til messu, umvenda seg í heilan huga til Gud, skrifta sínar syndir, taka ímóti kommunión og biðja intentiónir pávans og enda við trúarjáttani, faðirvár og eini bøn til Jomfrú Mariu-
Stutt kann sigast, at eitt fagnaðarár er eitt heilagt ár, men eitt heilagt ár er ikki neyðturviliga altíð eitt fagnaðarár. Heilaga árið er knýtt at Róm og verður hátíðarhildið hvørt 25. ár.
“Jubilár” er eitt orð, ið hevur fleiri týdningar. Vanliga merkir tað bæði eitt gleðiligt ár, eitt jubileumsár fyri ein persón ella eina institutión og eitt heilagt ár í religiøsum samanhangi. Virkar hetta fløkt, skyldast tað eina samanrenning av tveimum orðum, tí latínska jubilum (gleðisróp) og tað hebraiska jobel (veðrahorn). Veðrahornið skuldi í fylgi 3. Mósubók kap. 25 blásast í hvørt 50. ár fyri at markera byrjanina til jubilárið. Ásetingarnar í 3. Mósubók fyriskriva eisini, at hvørt sjeynda ár skuldu markirnar liggja brakk og tað skuldi hvørki sáast ella heystast. Landið skuldi hava eina “sabbat” (hvíldudag). Tá so sjey ferðir sjey ár vóru gingin, skuldi jarðarstykkið latast aftur til upprunaeigaran, øll skuld strikast, og allir trælir (um tey vóru jødar, leyslatast. Øll ognarviðurskifti í Ísrael skuldu so at siga nullstillast.

Noyðist ein so at ferðast til Róm?

Hetta merkir tó ikki, at tey, ið ikki hava ráð ella førleika ikki hava møguleika at njóta gott av jubilárinum.
Tað er ikki so, at jubilárið einans er í Róm. Tað er ikki pávin ella býurin Rom, sum hátíðarheldur jubilárið, men øll Kirkjan. Tí markerast setanin og endin av jubilárinum í øllum katólskum bispadømum runt um í heiminum.
Tað er tí tillaga soleiðis, at um ein ikki kann fara til Róm, so ber til at fáa lut í og røkka teimum andaligu ágóðunum, sum eru knýttir at jubilárinum, við at fara pílgrímsferð til tað Heilaga Landið, til dómkirkjuna í egnum bispadømi, ella til aðrar kirkjur ella valfartsstøð, sum tann lokali biskupurin peikar út. Frá Róm verður lagt upp til, at allar størri kirjur og valsfartsstøð skulu peikast út. Er tað so, at ein av heilsuáðum, fátækradømi, trygd ella ábyrgdarstøðu má vera heima, so kann viðkomandi taka lut í jubilárinum í egnari lokalari kirkju ella kappelli.

Á henda hátt verður lagt upp til, at jubilárið verður hátíðarhildið á øllum stigum, og at eingin skal kenna seg uttanfyri. Hetta boðar ein djúpan sannleika: Kirkjan biðjur, Guds vegna, ikki tey trúgvandi um at taka nakað ómøguligt á seg. Tað krevur einans, at mann ger, tað mann kann, og at hetta verður gjørt við røttum sinnalagi. So ger Gud restina, og luturin hjá Kirkjuni er at skipa tað soleiðis, at øll hava møguleikan.

Share This