Frans pávi andaðist 2. páskadag 88 ára gamal

21.04. 2025 | Samkomulív, Tíðindi

Frans pávi andaðist 2. páskadag 21. apríl 2025, 88 ára gamal á bústaði sínum í Casa Santa Marta í Vatikaninum

Eftir Devin Watkins, Vatican News

Kl. 09.45 kunngjørdi Kevin Farrell kardinalur, Camerlengo í ápostólska kamarinum, deyða Frans páva úr Casa Santa Marta við hesum orðum:

»Kæru brøður og systrar, við djúpari sorg skal eg kunngerða at okkara heilagi pávi Frans er deyður. Kl. 7.35 í morgun vendi biskupurin í Róm, Frans, aftur til hús Faðirsins. Alt lív hansara var vígt til Harrans og Kirkjunnar tænastu. Hann lærdi okkum at liva evangelisku virðini við trúfesti, dirvi og universellum kærleika, serliga til fyrimuns fyri tey fátækastu og mest lítisvirdu. Við ómetaliga stórum takksemi fyri hansara fyrimynd, sum ein sannur lærusveinur Harran Jesusar, geva vit sál Frans páva, til tann eina og tríeinda Guds óendaliga og miskunnsama kærleika.«

Pávin varð innlagdur á universitetssjúkrahúsið Agostino Gemelli, fríggjadagin 14. februar 2025, eftir at hava havt bronkitis í fleiri dagar. Kliniska støðan hjá Frans páva versnaði so við og við, og læknarnir staðfestu bilateralan lungnabruna týsdagin 18. februar.

Eftir 38 dagar á sjúkrahúsi, fór pávin aftur til bústað sín í Vatikaninum á Casa Santa Marta, at halda áfram, við at koma fyri seg.

Í 1957, fyrst í tjúguárunum, varð Jorge Mario Bergoglio skurðviðgjørdur í heimlandinum Argentina, fyri at taka part av lungunum burtur, sum hevði verið rakt av álvarsligum lungnabruna. Sum hann eldist, fekk Frans pávi ofta andadráttarherindi, og hann avlýsti enntá eina ætlaða vitjan til Sameindu Arabisku Emiratini í november 2023, orsakað av influensu og lungnabruna.

Í apríl 2024 góðkendi Frans pávi sáli, eina dagførda útgávu av liturgibókini fyri pávaligar jarðarferðir, sum fer at skipa jarðarferðarmessuna, sum enn ikki er kunngjørd.

Í aðru útgávu av Ordo Exsequiarum Romani Pontificis, verða fleiri nýggj viðurskifti innførd, eitt nú, hvussu pávans jarðisku leivdir skulu handfarast eftir deyðan.

Staðfestingin av deyða fer fram í kapellinum, ístaðin fyri í kamarinum, har hann doyði, og líkið verður beinanvegin lagt í kistuna.

Sambært Diego Ravelli erkabiskupi, Master of Apostolic Ceremonies, hevði Frans pávi sáli, biðið um, at jarðarferðar ritualiini vórðu gjørd einfaldari og dentur skuldi verið lagdur á, at vísa trúgv Kirkjunnar á Kristi upprisna likam. »Tað endurnýggjaða ritualið,« segði Ravelli erkabiskupur, »roynir at leggja enn meira dent á, at jarðarferðin hjá rómverska pávanum er tann hjá einum presti og Kristi lærusveini og ikki hjá einum valdsmiklum persóni í hesum heimi.«

Leysliga umsett úr enskum

Share This