Heilsan frá pater Marcos, vitjandi prestur til 21. apríl ’25

10.04. 2025 | Samkomulív, Tíðindi

Góðu tit øll, fyrst av øllum vil eg takka tykkum fyri eina góða og hjartaliga móttøku til messuna sunnudagin!

Tað var óført at koma higar aftur eftir 15 ár og verða so væl móttikin av tykkum øllum.

Eg eiti Marcos og eri upprunaliga úr einum býi nærhendis Barcelona, ​​Spania, sum eitur Sant Vincenç dels Horts.
Eg eri 48 ára gamal og kom til Danmarkar í 1995, sum prestanæmingur og í 2009 varð eg prestvígdur í Sankta Ansgar dómkirkjuni í Keypmannahavn, av okkara kæra Czeslaw biskupi.

Síðani hevur mítt arbeiði sum prestur, verið mær ein heiður og ein gleði. Seinastu árini havi eg havt ta gleði, at tænt í ymsum samkomum, frá Aarhus til Maribo, Høje Taatstrup, Roskilde, Køge og Lyngby – og nú seinastu 6 árini í Sankta Ansgar.

Eg gleði meg at halda páskir saman við tykkum í ár.

Vinarliga heilsan, Markos

Share This