
Frøði 2/2024, populervísindaliga ritið hjá Føroya Fróðskaparfelag
Í seinasta Frøði er sera viðkomandi og áhugaverd grein eftir Jon Sigurð Hansen, sum byggir á frásøgn, sum er skjalfest í íslendsku søga Sturlunga.
Íslendskur prestur til Føroya
Høvuðssøgan er um íslendskan prest, sum gjørdist illa fyri meðan hann var í Føroyum. Tað bleiv fatað sum hevði ein illur andi tikið sæti í honum, og tí fóru hansara menn við honum í Magnusarkirkjuna, sum helst er Múrurin, og har varð hann loystur úr hóttafallinum.
Orsøkin til at hann var staddur í Føroyum, var tí hann var vorðin partur av stríðnum millum katólsku biskuparnar og íslendsku stórbóndirnar, og stríðið stóð um ræði at seta prestar eins og ræði á kirkjubygningum, atknýttari jørð og aðrar ognir. Ísland, eins og Føroyar, hoyrdi til Noregs kong, og tí var neyðugt at fara til Noregs at bera fram síni sjónarmið fyri kongi. Á nevndu ferðini bleiv neyðugt at leggja upp í Føroyum.
Jon Sigurð Hansen hevur greinað hesa søguna og bakgrundina handan hendingunum, og nomið verður við viðurskifti bæði í Íslandi, Noregi og Føroyum.
Í stuttum kann sigast, at søgan í Sturlungasøgu styrkir ábendingarnar um, at Múrurin var liðugur og tikin í nýtslu longu í 1289. Harumframt verður víst á, hvussu hugburðurin og virðingin fyri mannalívi broyttist beinanvegin sum kristindómurin var innførdur í Íslandi, m.a. vórðu hólmgongur bannaðar, eins og forboð varð fyri at seta børn út, og reglur vórðu settar fyri hjúnarbandi.
Lesarin fær eisini gott innlit í tilgongdina frá frá ár 1000, tá stórbóndirnir bygdu sínar egnu privatu kirkjur, og til 150 ár seinni, tá nýggir tankar taka seg upp í kirkjuhøpi, at kirkjan skuldi vera leys av verðsliga valdinum, og harvið vildu biskupar og prestar, at kirkjurnar ikki skuldu vera á privatum hondum. Stór ósemja var um hetta mál, tí tey sum áttu vildu ikki sleppa sínum ognum.
Tað var í hesum høpi at ymsu partarnir leitaðu sær til Noregs kong at bera fram sína søk. Og soleiðis kom eisini íslendski presturin Thorvaldur Helgason í 1289 til Føroyar, til Kirkjubøar, har hann varð hildin at verða settur av einum illum anda, og tí leiddur í Magnusarkirkjuna. Sambært føroyskari keldu bleiv vígt vatn oyst á hann í heilaga Magnusar navni, og hetta fekk íslendska prestin at koma fyri seg aftur. Hetta varð mett at vera eitt undur. Søgan er lítið kend í Føroyum, og tí hevur greinin fingið heitið “Tað gloymda undrið í Magnusarkirkjuni í Kirkjubø”.
Greinin stendur í Frøði nr. 2, 2024, s. 32-39.

