Stutt um p. Reggie – vitjandi prestur til og við sunnudagin 19. jan. 2025

17.01. 2025 | Samkomulív, Tíðindi

Edmond Reginald Saviripillai, ella p. Reggie, sum hann vanliga verður róptur, er búsitandi í Danmark, har hann serliga tekur sær av tamilum. Ein onnur uppgáva hjá p. Reggie er, at veita sálarliga ráðgeving til tamilar, ið búgva í Stóra Bretlandi, ið flýddu hagar undan borgarakrígnum.
P. Reggie hoyrir til prestafelagskapin Missionary Oblates of Mary Immaculate, stytt O.M.I. og býr í Herlev, har eisini okkara fyrrverandi sóknarprestur, Paul Marx, býr.

P. Reggie er føddur í Jaffna í norður Sri Lanka, har nógvir katolikkar búgva. Hann vaks upp undir borgarakrígnum, saman við sjey øðrum systkjum. Hann fór tíðliga at lesa á katólskum prestaskúla og varð prestvígdur í 1992. Gudfrøði las hann í Róm.

Undir borgarakrígnum, ið endaði í 2009, leiddi p. Reggie ein ráðgevingarhóp, ið veitti fólkum sálarliga hjálp, m.a. eisini eftir stóru flóðalduna í 2004. Hetta var alt kærkomi, tí tað vóru ikki nógvir sálarfrøðingar til taks.

Í 2010 flutti p. Reggie til Noregs, har hann var prestur hjá tamilunum í Bergen í seks ár. Hann fór til Onglands at lesa meira sálarfrøði og hevur eina master í sálarfrøði.

Í 2020 kom hann loksins til Danmarkar, har hann tekur sær av katólskum tamilum. Tað eru um 12.000 tamilar í Danmark, har brotparturin eru katolikkar. Teir eru spjaddir út um alt landið.

Meðan hann er í Føroyum, skrivar hann partar av eini bók um sankta Elisabeth av Tríeindini.
Síðsta messan p. Reggie heldur í Føroyum á hesum sinni, er komandi sunnudag 19. januar 2025.

p í p. Reggie, stendur fyri pater/pastor

Share This