Presturin skrivar

25.12. 2024 | Prædika

Tað eru tvey jólaevangelii. Tað, sum vit vanliga hoyra jólaaftan í Lukasarevangeliinum um keisaran Augustus, manntalið og hirðarnar; men har er eisini tað seinna úr Matteusi, evangeliið um vísu menninar og Heródes kong.

Boðskapurin hjá einglunum í Lukasi er um frið á jørð fyri teimum menniskjum, ið hava tokka Guds, meðan eingilin í dreymi Jósefs ávarar hann um forfylging, og sendir hann og barnið á flukt til eitt annað land.

Kanska er Matteus meira viðkomandi í løtuni, nú milliónir flýggja í Sudan, Sýria, Gaza og Ukraina. Júst sum børnini í Betlahem vóru ósek offur fyri valdsgirnd Heródesar, líður vanliga fólkið undir einaræðisharrum og fanatiskum bólkum og teirra krøvum um vald yvir øðrum, og tey hava ongan annan útveg enn at flýggja fyri at bjarga egnum lívi og lívinum hjá børnunum undan bumbum og jagstran.

Boðskapurin hjá einglunum til hirðarnar um Jesus brúkar somu heiti, sum verða brúkt um Augustus keisara: hann er guddómligur og verður kallaður frelsari og harri, og eingilin lovar, at hann skal koma við friði til menniskjuni. Augustus keisari var kendur sum tann, ið fekk frið í Rómverjaríkinum í langa tíð, og tað stendur enn eitt friðaraltar til hansara æru í Rom.

Hansara máti at skapa frið uppá, var at leggja allar tær ymsu tjóðirnar í Rómverjaríkinum undir seg við einum sterkum hernaðarvaldi. Hann hevði sama samband við hini, sum Putin hevur við Ukraina.

Tann nýggi guddómligi frelsarin og Harrin hevur ein øðrvísi máta at skapa frið uppá. Hann kennir seg sum eitt við offrini, ið verða kúgað og eru fyri harðskapi og deilir teirra lagnu sum flóttafólk í einum fremmandum landi. Hann vísir, hvørjum Gud er samdur við og samkennir seg við.

Í núverandi ólukkuligu støðu, lat okkum ikki ivast í, hvønn vit samkenna okkum við, og hvørjum vit halda við. Vit eiga støðugt at umhugsa, hvussu vit kunnu stuðla teimum, sum eru rakt av kúgan og harðskapi, bæði við okkara persónliga stuðli til t.d. Caritas og okkara stuðli til sjónarmið, ið eru opin fyri at hjálpa teimum.

Gleðilig jól!

Prestur

Share This