
Jóhannes doyparin. (frá Wikipedia).
Advents-retreta: »Greið veg Harrans!«
Tað eru tveir týdningarmiklir persónar, ið hoyra til adventina: Sankta Niklas og Jóhannes doyparin. Nikas hevur longu verið á vitjan, men leygardagin 21. december, hava vit møguleika at hitta doyparan.
Hansara boðskapur er, at vit mugu fyrireika vegin fyri Gudi í okkara lívi. Hann kemur ikki inn í Jerúsalem. Men fólk koma út til hansara í oyðimørkini, at lurta eftir honum.
Vit hava møguleika at fara út at hoyra, hvat hann sigur. Í adventstíðini fara vit øll at lurta eftir honum og síggja, hvat typpir gøtuna í millum okkum persónliga og Gud. Tað verður eisini ein møguleiki í bótarinnar sakramenti, at rudda forðingarnar av vegnum.
Skrá:
kl. 10.00 Bíbliumeditatión
kl. 10.30 Bótartænasta við møguleika fyri skriftamáli
kl. 11.30 Messa
Barnamessa og jólatræ
kl. 16.00 Barnamessa og jólatræ
Øll eru hjartaliga vælkomin.

