
Málningur eftir Benedetto Bonfigli, “Boðanin” 1455-60. Tempera á panel, 227 x 200 cm, Galleria Nazionale dell’Umbria, Perugia
1. sunnudag í Advent byrjaði nýggja kirkju- og lesiárið, har vit fara at lesa Lukasevangeliið ígjøgnum. Tað er í Lukas, at vit finna Boðanina og Jólaevangeliið.
Lukas er myndaligi “tekstmálarin” og tann trúfasti talsmaðurin hjá teimum fátæku, sum loyvir teimum sterku at verða stoytt av sínum trónum – og teimum lágu at verða upphevjað, samstundis, sum hann er bønarinnar evangelistur.
Kom og hoyr eitt sindur meira um Lukas sunnudagin 15. december eftir messu!

