Komandi fríggjakvøld 15. november 2024 kl. 18.00, vitjar norski rithøvundurin Jon Fosse Mariukirkjuna. Jon Fosse fekk Nobelvirðislønina fyri bókmentir í 2023.
Fríggjakvøldið fer hann fer at greiða frá, um sína tilgongd til katólska trúgv.
Skaldsøgan hjá Jon Fosse "Sonurin" verður framførd á Tjóðpallinum nú í november mánaði í ár og bókin "Hvítleiki" eftir Fosse útkemur í hesum døgum.
Jon er her í samband við bókadagarnar í Norðurlandahúsinum, ið er stuðla av Norrøna felagnum.

