Vit heita tí, á tey ungu í aldrinum 13/14 ár, um at taka lut í fyrireikingini til sakramentini komandi ár. Tað fer at fevna um regluliga undirvísing hjá okkara kateketum og virkna luttøku í sunnudagsmessunum. Um onkur av teimum ungu ikki longu hevur fingið fyrstu heilagu Kommuniónina, verður tað møguligt, at gera tað í sambandi við konfirmatiónina.
Fyri at fáa meira at vita, um ætlanirnar um fyrireikingina, bjóða vit tykkum til ein stuttan fund aftaná messuna sunnudagin 29. september 2024.
Faðir Niels Engelbrecht, sóknarprestur
Hanna Mikkelsen, Agnieszka Johannesen, Sharon Christiansen og Janus Dam Guttesen – kateketar

