Stutt um faðir Wojciech, prestur í Mariukirkjuni til 25. aug. ’24

16.08. 2024 | Tíðindi

Faðir Wojciech Nowak kom til Danmarkar fyri einum ári síðan, beint eftir, at hann varð 60. Hann er Jesuittur og býr saman við tveimum brøðrum í Sankta Augustin kirkjuni í Keypmannahavn.
Hansara ovasti er p. Martin Chase, ið vit jú kenna væl.
Áðrenn hann kom til Danmarkar, rak hann í átta ár Center for Spiritual Formation í Kalisz í vesturpóllandi, ið eisini er eitt retretuhús. (sí: jesusprayer.eu/where/kalisz-poland).

Seinnu árini hevur faðir Wojciech eisini hildið stillar meditatións-retretur, fyri ólærd fólk í Tromsø í Norðunoreg (sí: jesusprayer.eu/where/retreats). Hetta er nakað, ið hann framhaldandi ætlar at gera.

Retreturnar hava ikki einans verið vitjaðar av fólki úr Noregi, men eisini av fólki úr Svøríki, Stóra Bretlandi, Itáliu og Ungarn.

Faðir Wojciech hevur umsjón við tveimum familjusamfeløgum í Keypmannahavn. Tað fyrsta er eitt pólskt samfelag, har hann heldur familjumessuna, við einari prædiku fyri børnum hvønn sunnudag. Tað seinna er ein enskttalandi bólkur.
Wojciech er eisini fongsulsprestur í tveimum teimum størstu fongslunum í Keypmannahavn.

Umframt Ignatiska spiritualitetin (ignatiska - eftir Skt. Ignatius úr Loyola, stovnaranum av Jesuittara ordaninum), hvørs mál, er at finna Gud í gerandisdegnum og koma upp í floymin av kærleika og virki Hansara í heiminum – so er faðir Wojciech'sa "sergrein" Jesusbønin.

Hann hevur ikki bara undirvíst í hesi bøn í Póllandi, men eisini í Ukraina (retretur fyri katólskar munkar, ið hoyra til eystur-rómverska ritusin), í Russlandi, Litava, Danmørk, Noregi og fleiri ferð í Etiopiu (fyri Missionaries of Charity of Mother Teresa of Calcutta).
P. Wojciech rekur eisini eina heimasíðu, ið er vígd hesi bøn: jesusprayer.eu. Fyri meira um lívið hjá faðir Wojciech og hansara spirituella vegi, sí: jesusprayer.eu/about-us/about-me.

Kanska hann ein dag eisini fer at geva okkum innlit í Jesusbønina og aðrar kristnar medititatiónshættir, serliga gjøgnum tey longu vetrarkvøldini (Bønar Vetrar Skúlin?).

(Styttingin p. stendur fyri pater/pastor).

Share This