Stutt um faðir Jerome, ið vitjar Mariukirkjuna til 5. aug. ’24

1.08. 2024 | Samkomulív, Tíðindi

Eitt sindur um faðir Jerome de la Rouliere, ið er ferðaprestur í Mariukirkjuni í tríggjar vikur. Faðir Jerome er 57 ára gamal og kemur úr Niart í Fraklandi, tætt við Atlantshavið.

Àðrenn hann kom til Danmarkar, var hann sóknarprestur í Potiers í heimlandinum og hevur havt nógvar ymiskar uppgávur. Millum annað sum prestur hjá skótunum. Hann er sóknarprestur í Sakramentskirkjuni í Keypmannahavn fyri tey, ið tosa franskt. Í Danmark búgva umleið 8000 fraklendingar og tað er vanliga ikki lætt hjá teimum at læra seg danskt.

Í Sakramentskirkjuni í Keypmannahavn hevur hann gott 20 ung, ið ganga til katekismu-undirvísing, og soleiðis gera seg klár til fyrstu kommunión. Haraftrat eru 25 ung, ið longu eru klár til konfirmatión.

Faðir Jerome sigur, at tað er týdningarmikið, at tey ungu hava møguleika, at fara til góð tiltøk uttanfyri messuna, so tey ungu halda fast við tilknýtið við Katólsku Kirkjuna. Tí hevur hann m.a. verið partur av einum filmsklubba, har tey ungu hyggja eftir katólskum filmum og møtast aftaná fyri at tosa um sýningina.

Fr. Jerome fyrireikaði síðsta ár fronsku súkklukappingina fyri katólskar prestar og nunnur í Fraklandi. Eini hundrað vóru við í skúkklukappingini, sí video.

Share This