Eitt sorgblítt farvæl

26.05. 2024 | Ljósmyndir, Tíðindi

 

Hóskvøldið 23. mai, hátíðarhelt Biskup Kozon takkarmessu við systrunum og kirkjufólki í Mariukirkjuni; hetta var samstundis 93 ára haldið fyri systrunum, og teim 58 Fransiskanarasystrunum, ið hava missionerað og búleikast í Føroyum. Fýra systrar úr Róm og París vóru eisini til staðar hesa hátíðarløtu.

Gudstænastuskipanin var ríkað við vøkrum tónleiki; violin, cello, floyta og gittari tónaðu. Bønir vóru bidnar viðv. sóknini, systrunum og føroyska fólkinum. At enda á messuni, fingu okkara systrar formelt sína nýggju missión frá Sr. Lætita, regións forkvinnu. Tær verða sendar ávikavist til Belgiu, Korea, Írlands og Frankaríki.

Eftir messuna var móttøka í kirkjukjallarinum, har sóknarlimir høvdu fyrireikað ábit v.m. Hóast verkfall og eitt sorgblítt farvæl, komu nógv fólk og ein kensla av takksemi og gleði kendist millum luttakararnar.

Tær fyrstu tvær systrarnar fara endaliga avstað tann 12. juni; hinar fara í juli-mánaða. Mátti Gud fylgt teimum og vælsignað tær, nú tær fara nýggjar leiðir at missionera. Og mátti Gud eisini vegleitt og vælsignað okkara kirkjusókn, so hon kann blóma og vaksa í komandi tíðum.

 

Myndir: Saviour Mifsud og Rakul Faustyna Guðjónsson

 

 

Share This