Katólskur prestur skrivar ferðafrásøgn úr Føroyum ár 1857

26.05. 2024 | Søguligt tilfar

Aftast tv. er møguliga – vit vita ikki við vissu – Fr. (faðir) Mussa og uttast th. aftast er Fr. Bauer. Hini fólkini eru fyrstu føroysku katolikkarnir í nýggjari tíð.

Brot úr brævi, ið Fr. Luigi Mussa, ein italskur prestur, upprunaliga úr Asti sóknini, skrivaði til Msgr. Guiseppa Ballario fáar dagar eftir komu til Føroya. Hann kom til Føroya saman við týska prestinum Georg Bauer.

 

Tórshavn, Føroyar, 26. oktober 1857

Eftir at tað varð avgjørt, at trúboðanarstøðir skuldu verða í hinum pørtunum á [artiska] prefekturinum, ið enn onga høvdu, varð føroyski oyggjaflokkurin latin upp í hendurnar á starvsfelaga mínum [Fr. Georg Bauer] – og tann parturin av prefekturinum, íð liggur í Amerika [Grønlandi] varð tillutaður mær við teirri treyt, at í minsta lagi ein annar starvsfelagi skuldi finnast. Av tí at tað ikki var møguligt at finna ein fylgisneyta upp á so stutta tíð, og harumframt, at tað bara var ein møguleiki at røkka økjunum, ið mær vóru tillutaði, einaferð um árið – á vári – so varð tað avgjørt, at eg skuldi fara við bayranum til Føroya, fyri at hjálpa honum, várið eftir, og vit skuldu so hvør sær royna at finna ein fylgisneyta. Vit fóru tí úr Lapplandi í seinnu hálvu av juli og komu til Hamburg áðrenn miðjan august. […] Dagin eftir pakkaði eg ryggsekkin og fór árla á morgni avstað til Keyppmannahavnar fyri at finna eitt far, ið kundi sigla okkum til Føroya. Eg fann onki og mátti bíða. Í meðan bóðu Miskunnsomu Systrarnar í Keypmannahavn, ið allar eru úr Savoy, meg um at prædika tær andaligu venjingarnar fyri teimum, ið tær ikki høvdu fingið í tvey ár, tí presturin á staðnum ikki dugdi franskt. Eg játtaði. Tríggjar prædikur um dagin á fronskum í tíggju dagar, stimbraðu meg; hasar andaligu venjingarnar gjørdu eisini mær okkurt gott. […] Tvey skip, ið skuldu til Føroya, vildu ikki taka okkum við, tí tað frættist, at vit vóru katólskir prestar. Í meðan vit enn bíðaðu, byrjaði eg at skriva eina samanbering/útlegging, sum innihelt grundhugskotið um munin millum katolisismu og protestanstismu frá uppruna til í dag. Evnið vaks, meðan eg skrivaði, og eg var ikki førur fyri at gera tað liðugt áðrenn fráferð. Eitt triðja far vísti seg; vit vóru meira varnir og komu ásamt. Skiparin legði ikki til merkis, hvørjir vit vóru.

Við skipi móti Føroyum

Vit fóru úr Keypmannahavn 1. oktober [1857], sjálvt um ásetti dagurin var farin framvið við fleiri døgum. Tað var ikki møguligt at seta seglini fyrr, vegna manglandi byr. Navnið á farinum var “Fortuna”. Tað var eitt eitt-mastrað far. Okkara ferð, um vit høvdu havt blíðan byr, átti ikki at vart meira enn átta dagar, í staðin vardi ferðin í tvey og tjúgu samdøgur vegna kringumstøður í samband við navigatión í Norðsjónum og javndøgurstíðina.
Kahúttin, ið var á leið 1.5 fermetur, var einasta skjólið hjá fýra fólkum, og tað var neyðugt at verða innandura nærum alla tíðina, tí tað regnaði, og  av tí sama var tað neyðugt, at dururin og luftholið var aftur, annars hevði tað regnað inn. Heldur ikki kundu vit standa, tí høvdini komu upp undir loftið. Vit vóru fýra fólk, sum máttu eta, sova og so framvegis í tvey og tjúgu samdøgur í einum  lítlum holi! Hóast hetta, so hendi nakað meira álvarsligt: skiparin roknaði fjarstøðurnar skeivt, hóast hann alla tíðina hevði sjókortini og kumpassina við hondina og eyguni á kumpassini. […]

[Eftirfylgjandi er lýsingin av einum øgiligum stormi náttina millum 12. og 13. oktober]

Morgunin eftir segði skiparin okkum, at vit vóru komin fram, hann var ikki greiðir yvir, at hetta vóru Grif Skerry klettarnir, nakrar oyggjar í eystara parti av Shetlandi, og at vit á undursaman hátt høvdu bjargað okkum. Um hugsað verður um mongdina av skipum, ið farast hvørt ár í hesum sjóøki, tykist tað at vera eitt undur, at vit vóru bjargað.

 

Leggja at í Føroyum

Loksins, aftan á enn níggju samdøgur, har vit við hvørt sigldu skjótt, og aðrar tíðir, eins og áður, lógu still vegna vantandi byr, komu vit til Tórshavn, høvuðs býin ella bygdina í Føroyum. Tá ið vit høvdu handað okkara pass, gjørdist fólk skjótt varug við, at vit vóru katólskir trúðboðarar, og at vit áður høvdu roynt at koma. Løgmaðurin gjørdist ógvuliga álvarsamur og segði, at um hetta gjørdist alment, óttaðist hann ein fólkauppreistur. Men hetta ræðir okkum minni enn ein ódn á sjónum, tí vit kunnu hóast at tala til óðar menn; aldurnar, hinvegin, lurta ikki eftir viti og skili […].

Her er fólkið lutherskt, men tey eru tey minst luthersku lutheranarnir, eg nakrantíð havi sæð. Í kirkjuni hava tey bæði krusifiks* og kertiljós á altarinum; í heimunum hava tey málningar og smáar standmyndir av bæði Mariu moy og halgimennum. Síðsta sunnudag prædikaði presturin í móti okkum í kirkjuni.

Við at fylgja vegleiðingini í tí gyltu bókini “Monita ad Missionarios”, [Ávaringar fyri trúboðarar], byrjaðu vit at fyrireika við einari andaligari retretu [t.e. bønarhald í einsemi, friði og tøgn]. Soleiðis, við áliti á Gud og bønum frá góðum fólki, ynskja vit at fara fram við skili og varni, og ikki taka nøkur stig, ið eri ov vandamikil. Tí geva vit okkum yvir til tykkara bønir og til teirra, ið upplýst av tykkum, hava ta góðvild at biðja fyri okkum og fyri umvending teirra, ið eru uttanfyri Kirkjuna. […]

* Krusifiks: úr latíni ‘cruci fixus’, ið merkir ‘festur til ein kross’. Sí meira..

Týtt úr gomlum itálskum av Fr. Bruno Mollicone, Italia, í apríl 2024.
Hann vitjaði í Føroyum fyrstu ferð í august 2023.

Share This