Ein sunnudagur við vælsignilsum!

12.03. 2024 | Ljósmyndir, Tíðindi

 

Sunnudagin 10 mars, høvdu vit ta gleði, at síggja sóknarlimirnir Hannu og Eilif gerast kommunión haldarar. Tey kunnu nú, við mynduleika frá Biskoppi Kozon, hjálpa við at geva heilaga kommunión undir messu. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.

Eftir messuna, høvdu vit føstu-brunch, hetta fyri eyga at stuðla Carita Føstu-átakinum, at hjálpa børnum í Bangladesh, so tey kunna halda á við teirri útbúgving, undir sera vánaligum umstøðum.

Nógv í sóknini hjálptu til við at gera mat og taka upp aftaná. Har var matur frá øllum heiminum (sera katólskt) og vit høvdu tað hugnaligt og góða løtu saman.

Innsavningin, undir føstubrunchini, gav á leið 6.000,- . Tøkk til tykkum øll fyri vælvild; og ein serlig tøkk fer til Rakul, okkara føroyska umboð, sum tók intiativ, at fyriskipa tiltakið.

 

Share This