Kirkjuskattur

10.03. 2024 | Samkomulív, Tíðindi

Góða kirkjufólk!

Fimta kirkjuboðið sigur: ”Tey trúgvandi hava skyldu at varða av materiella tørvi kirkjunnar”.

• Viðlíkahaldi av kirkju og bygningum
• Lønum til prestar og onnur sett
• Lokalum aktivitetum í sóknini
• Upphitan av kirkjubygningi, undirvísing, blómum, ljósi, reingerð, tryggingum
• Seta nýggj tiltøk í verk innan fyri boðan av trúnni
• Hjálpa menniskjum í neyð og kristnum í missiónslondum

Kirkjuskatturin skapar rammur fyri, at tær nógvu funktiónirnar kunnu fíggjast, og at trúgvin og felagsskapurin trívist í meinigheitinini.

Biskupurin mælir til, at katolikkar gjalda frívilliga, men eru moralskt bundnir at gjalda 1 % av tí skattaskyldiga inntøkuni ella eftir besta førimuni.

Á heimasíðu okkara katolsk.fo, undir teignum “Kirkjuskattur”, kunnu tit lesa um evnið.
Heitt verður inniliga á tykkum øll, at seta eina fasta flyting á stovn. Hetta gerst við at flyta eina upphædd á 9181- 1505159.
Hetta er neyðugt, skulu vit kunna virka, hjúkla um og mennast í katólsku kirkjuni í Føroyum.

Share This