Føstubrunch!

12.02. 2024 | Tíðindi, Tiltøk

Í Danmark hava fleiri meinigheitir síðan 2019 skipað fyri føstubrunch 4. sunnudag í føstuni. Hetta var millum annað gjørt fyri at styrkja innsavningina í føstuni til Caritas.

Í ár skipar Caritas fyri føstubrunch 10. mars í Mariukirkjuni eftir hámessuna.

Ynskiligt er, at fleiri í meinigheitini koma við onkrum til matna at seta á borðið. Vit hanga ein lista upp í kirkjuni áðrenn komandi sunnudag har vit kunnu skrivað okkum á, hvat vit vilja hava við. Vit fáa tørv á, at nøkur vilja hjálpa til við at dekka borð, gera kaffi klárt osv.

I føstuni savnar Caritas pening inn at stuðla 41 fjarskotnum skúlum í Bangladesh, har skúlabørnini eru í vanda fyri at missa sína skúlagongd.Vit heita á tykkum um at lata eitt oyra til Caritas – træbússan stendur frammi.

Eg taki í móti øllum góðum uppskotum og vóni at onkur tykkara meldar til at hjálpa við brunchinum.

Vegna Caritas

Rakul tel 512844

 

Share This