Sunnudagin 21. januar upplivdu vit ta stóru gleði at síggja fimm ung, Taidu, Eyrk, Kristinu Margrethu, Heibrith Mariu og Dianu, taka ímóti fermingarsakramentinum í Mariukirkjunui. Fr. Niels Engelbrecht, generalsóknarprestur og okkara virkandi sóknarprestur, hevði fingið uppgávuna vegna biskup Kozon, sum ikki kundi koma sum æltað.
Taida las fyrsta lesturin. Tey ungu endurnýggjaðu teirra dópslyfti saman framman fyri øllum teimum samlaðu í meinigheitini, ið vóru í kirkjuni, og aftaná prædikuna komu tey fram ein og ein fyri at taka ímóti firmingarsakrarmentinum, har tey vórðu salvaði við krisimolju. Tey ungu bóru hvør sítt brennandi ljós undir messuni, sum Fr. Niels aftaná legði á altarið. Móti endanum av messuni fingu tey eitt fermingarbræv og eina bíbliu hvør.
Vit ynskja Dianu, Heibrith Mariu, Kristinu Margrethu, Eyrk og Taidu hjartaliga til lukku. Má Heilagi Andin styrkja tykkum og vegleiða tykkum, tá tit vitna um uppreisnarvónina og gera Kristus sjónligan í tykkara lívi!
(Trýst á myndirnar fyri at vaksa um)
- The First Reading
- Listening attentively to the Homily
- Professing their Faith
- Invoking the Holy Spirit
- Being annointed with the oil of chrism
- Carrying the small light to be placed on the altar
- Receiving the Bible and Souvenir Certificate of Confirmation
- The five young people with their catechist!
- Congratulations!










