Leygardagin, 9. september varð barnamøtið hildin í Mariukirkjuni.
Børnini fingu møguleikan, at uppliva Season of Creation 2023 – “Latið rættin streyma fram sum vatn” (Amos 5:24), har tey kunna læra at hava hitt rætta sambandið við Guð, menniskju, natúr og sær sjálvum.
Í tí samband, hava børnini hoyrt Guðs Ord, teknað, hugt eftir einum videofilmi, verið ein túr í viðarlundina, spælt úti, biðið rósankrans og hugna seg.
(Trýst á myndirnar fyri at vaksa um)