Farvæl, Faðir Peter

28.08. 2023 | Ljósmyndir, Tíðindi

 

Sunnudagin 20. august varð hátíðarhildið, at Fr. Peter hevði sína síðstu sunnudagsmessu í Mariukirkjuni, áðrenn hann fer í sítt nýggja starv í tí Beda háskúlanum í Rom. Henda dag luttóku Fr. Bruno frá Italia og tríggir prestar frá Katalonia (Spania), sum vóru á vitjan í Føroyum.

Aftaná messuna var kirkjukaffi, har sum Sr. Marisa, nevndarforkvinna fyri kirkjuráðið, handaði Fr. Peter eina gávu frá kirkjusóknini.

Guð vælsigni teg og vísi tær leið Fr. Peter, tá tú nú fer undir nýggja missión.

(Trýst á myndirnar fyri at vaksa um)

 

 

 

 

Share This